Í morgin, leygardagin hin 1. mai, verður ársins fyrsta og stóra bátatiltak í Føroyum, sum er bátafestivalurin á Toftum. Tað er Bátafelagið á Toftum, sum stendur aftan fyri tiltakið og formaður felagsins, Høgni W. Høgnesen, sigur, at felagið gleðir seg til at taka ímóti vitjandi.
- Vit bjóða bæði bygdafólki og avbygdafólki til ein góðan, hugnaligan og gevandi bátafestival, og vit gleða okkum til at taka ímóti vitjandi, bæði gestum og teimum mongu, sum skulu geva teimum vitjandi eina góða uppliving á Toftum.
Høgni W. Høgnesen vísir á, at tey eru mong, sum standa saman um at geva øllum vitjandi eina góða uppliving í morgin - alt frá røðara, sum verður sjálvur borgarstjórin, hornorkestri, tónleikarum, sangarum, undirhaldara og ymiskum veitarum.
- Bátafestivalurin er fyri bæði børnum og vaksnum. Børnini hava høvi at royna hoppiborgir og skattaveiði, og her er høvi til andlitsmáling. Á festivalinum verður eitt nú mat-og kaffisøla, harmonikutónleikur, mótaframsýning og sangur.
Høgni W. Høgnesen sigur, at kvøldið endar við hugnaligum syngið-við-tiltaki í tjaldinum, har harmonikur spæla undir sanginum, sum verður fyriskipaður av kenda útvarpsmanninum og toftamanninum, Tórði Mikkelsen.
- Vit vilja bjóða øllum - bæði nær og fjar - hjartaliga vælkomnum til ein hugnaligan, minniligan og gevandi bátafestival á Toftum í morgin, er heilsanin hjá formanninum í Bátafelagnum, Høgna W. Høgnesen.