Toftanes sýnir fram í Leikalund

Fríggjadagin læt leirvíkingurin, Sámal Toftanes, upp listaframsýning í Leikalund í Klaksvík. Listaverk hansara verða at síggja har allan oktobur mánaða

Í oktober mánaða hevur Sámal Toftanes úr Leirvík listaframsýning í Leikalund í Klaksvík.
Sámal Toftanes er 58 ára gamal, og hevur longu í fleiri ár roynt seg við málningalist. Tað var í 1990, at Sámal rættiliga fór undir málningalistina.
Hetta er ikki fyrstu ferð at klaksvíkingar fáa gleði av málingalist hansara, sum er sera væl umtókt.
Á framsýningini hesa ferð eru 11 nýggir málningar. Myndirnar eru naturalistiskar landslagsmyndir og fólkalívsmyndir. Fleiri av myndaevnunum eru úr Norðuroyggjum.
Framsýningin læt upp fríggjadagin, og allan oktobur eru øll hjartaliga vælkomin inn á gólvið í Leikalund at síggja framsýningina og fáa ein kaffimunn.
Myndirnar, sum allar eru til sølu, eru at síggja í vanligari upplatingartíð frá mánadegi til fríggjadag, frá klokkan 10.00 til 17.30. Leygardag er opið frá klokkan 10.00 til 13.00.
Í novembur fer ein annar eysturoyingur, Øssur Mohr úr Fuglafirði, at sýna listaverk síni fram í Leikalund.