Toftamenn tóku risafet ímóti effodeildini

B68 vann góðan sigur á 07 Vestur á útivølli í Sandavági í dag

Nú har gott út hjá B68 at fylgja Skála upp í effodeildina komandi kappingarár. B68 vitjaði 07 Vestur í Sandavági fyrr í dag, og eydnaðist tað toftamonnum at knógva heimaliðnum við einum 3-1 sigri í oddadystinum í næstbestu deildini. 

 

Torstein Mýlingstind legði annars 07 Vestur á odda longu í 12. minutti, og helt hendan leiðslan sær til meir enn ein tími varð spældur av dystinum. Men so hevði B68 teir bestu seks minuttirnar í hesum kappingarárinum, har hóttandi 0-1 tap varð vent til ein 3-1 sigur.

 

Í 62. minutti javnaði Emil Ronaldsson til 1-1. Tveir minuttir seinni legði Andrias á Líknargøtu B68 á odda, og fýra minuttir seinni staðfesti Óli Højgaard Olsen sigurin.

 

Sigurin merkir, at B68 er nú komið uppá 47 stig nú bert tríggir dystir eru eftir at spæla. 07 Vestur er nú heili fimm stig aftanfyri B68, og tað er ringt at ímynda sær, at B68 fer at tveita uppflytingarsessin frá sær nú.

 

Komandi umfar tekur B68 ímóti eykaliðnum hjá Víkingi, meðan 07 Vestur vitjar AB úti á Argjum, sum er tað eykaliðið í 1. deild, sum hevur gjørt tær størstu skreytirnar.

 

Í Havn vann B36 3-2 á B71. Norðuri í Klaksvík fekk MB sín fyrsta sigur í ár, tá miðvingar vunnu 2-1 á KÍ. MB hevði bert tvey stig áðrenn dystin, og eru nú komnir uppá fimm stig. Greiða oddaliðið, Skála, sum hevur vunnið deildina vann ein knúsandi 8-0 sigur á AB, sum annars er tað eykaliðið í 1. deild, sum hevur staðið seg frægast.

 

Støðan :

 

1. Skála 61 stig

2. B68 47 stig

---------------------

3. 07 Vestur 42 stig

4. AB 42 stig

5. KÍ 33 stig

6. B71 33 stig

7. Víkingur 28 stig

8. NSÍ 24 stig

-----------------------

9. B36 17 stig

10. MB 5 stig