16. UMFAR SAMANUM
Tað resta tvey umfør, og í toppinum er næstan einki at spæla um. HB hevur vunnið FM, og sunnudagin vóru teir í Klaksvík og vístu 18. FM heitið fram. Tað gjørdu teir fyrsta tíman við fínum og undirhaldandi avriki, men teir brúktu so mikið nógva orku, at teir seinna partin av seinna umfarinum vóru um ein háls. Klaksvíkingar, sum heilt høvdu havt skeivt upp á bein undan steðginum, fingu um endan, og høvdu teir havt javnað einar fimm minuttir áðrenn, at teir gjørdu tað, so høvdu meistararnir havt verið undir ógvusligum trýsti at geva øll stigini frá sær.
Hóast KÍ bara fekk eitt stig, so styrktu teir um sína støðu á fjórða plássinum. Næstu kappingarneytarnir úr NSÍ fingu einki á Mølini, og munurin aftur til GÍ er eftir 16. umfarið tann sami, sum hann var frammanundan.
Spurningurin hjá klaksvíkingum er nú, um teir, hóast tað leingi gekk heilt illa, fer at eydnast at vinna bronsukrónurnar. Skála liggur til at vinna bronsu, og tað skal vilja heilt illa til, um teir ikki skulu fáa tær. NSÍ, sum tað hevur roynst illa hjá síðani summarsteðgin, og sum sunnudagin tapti á Eiði, skal sunnudagin yvir um fjørðin, og tá kann Skála við sigri, tryggja sær bronsumerkini. Um tað fer at eydnast hjá teimum, so verður hetta fyrsta ferðin yvirhøvur, at Skála fer at vinna málmkrónur í bestu mannfólkadeildini.
Eingin slingur var í valsinum hjá B36, tá ið teir við trivaligum sigri á VB tryggjaðu sær silvurmerkini. Talan er um endurtøku frá í fjør. Tá vóru tað eisini grannarnir úr HB, sum struku avstað við gullkrónunum. Ikki minst er tað orsøkin til, at tað næstbesta ikki verður roknað at vera nóg gott í B36.
Vágbingar eru púra uppsteðgaðir. Síðani heimasigurin á EB/Streymi í 13. umfarinum hava teir tapt ímóti báðum botnliðunum og nú ímóti B36. Teir eru á áttanda plássinum. Tað er langt frá tí, sum teir av røttum høvdu vónað undan kappingarbyrjan. Tað er eingin vandi fyri, at VB skal koma í niðurflytingarvanda, men soleiðis sum gongdin hevur verið seinastu vikurnar, so eru vágbingar ivaleyst sera fegnir um stigini, ið teir tryggjaðu sær fyrr í summar.
Við sigrinum á NSÍ er EB/Streymur á fimta plássi. Um tað fer at eydnast hjá teimum at varðveita hetta plássið, so fara teir at vinna bestu endastøðu nakrantíð. Tað eru møguleikar fyri, at tað skal ganga uppaftur betri enn so hjá EB/Streymi, sum í tveimum teimum seinastu umførunum fer at verða partur av oyggjauppgerð. Sunnudagin skulu teir á Svangaskarð, og í síðsta umfarinum fáa teir vitjan av Skála.
Eljustríð
B68 hevur tvey tey seinastu vikuskiftini havt knívin á barkanum. Teir eru ikki avhøvdaðir, men teir hava framvegis knívin á barkanum.
Sigurin í Vági næstsíðsta vikuskifti og serliga sigurin á heimavølli ímóti ÍF síðsta vikuskifti vóru merkisverdir. Eftir at bara eitt stig fekst burturúr undan summarsteðginum, staðfestu teir í B68, at tað var neyðugt við styrki aðra staðni frá. Teir keyptu tríggjar úr Brasilia, ein úr Bulgaria, og havnarmenninir, sum undan summarsteðginum høvdu hjálpt eitt sindur til, varð roknað við skuldu gerast góðir stuðlar.
Nú hevur B68 vunnið tvær ferðir, og tað hevur verið í stóran mun verið við teimum lokalu á liðnum. Ímóti ÍF vóru átta av teimum fjúrtan, ið vóru á vøllinum, spælarar, sum eru uppaldir í felagnum.
Ein av stóru trupulleikunum hjá toftamonnum hevur í summar verið at skjóta mál. Tann trupulleikan hevur ein av útlendsku spælarunum hjálpt teimum at loysa. Brasilski Anderson hevur í tveimum teimum seinastu umførunum skorað trý mál. Hann hevur altso verið eitt plettskot, og um hann ikki hevði havt hjálpt so væl til, so er rættuliga sannlíkt, at B68 langt síðani var farið niður í 2. deild.
Toftamenn liva framvegis í vónini, men ÍF hevur framvegis bestu kortini á hondini at sleppa undan beinleiðis niðurflyting. Um hvørki B68 ella ÍF fer at fáa stig í tveimum teimum síðstu umførunum, so fer B68 at flyta niður og ÍF at spæla um plássið í bestu deildini. Hjá B68 er neyðugt at fáa í hvussu so er trý stig, og teir skulu undir øllum umstøðum vinna trý stig fleiri enn fuglfirðingar í tveimum teimum seinastu umførunum. ÍF skal spæla á heimavølli ímóti B36 og í Klaksvík. B68 skal spæla á heimavølli ímóti EB/Streymi og í Gundadali ímóti B36.
Uppflytingin
Leygardagurin hevði við sær, at FS Vágar datt burturúr kappingini um uppflyting, og at AB er hópin verri fyri nú, enn teir vóru fyri tveimum umførum síðani. Tað kundi bent á, at argjamenn í september hava havt gummibein.
TB og B71 rógva stavn um stavn. Sandoyingar hava út frá støðutalvuni lættari skrá eftir. Teir skulu spæla á heimavølli ímóti KÍ og á útivølli ímóti B36. TB skal leygardagin til Hvalbiar, og so fáa teir vitjan av VB.
Síðsta vika var gott dømi um, at tá ið tað er komið fram ímóti kappingarenda, kann alt koma fyri. Mikudagin vann FS Vágar 4-2 á Sevmýri ímóti TB. Leygardagin var FS Vágar í Klaksvík, har heimaliðið, sum stríddist fyri at sleppa undan hóttanini av beinleiðis niðurflyting, spældi teir út av vøllinum og vann 4-2. B71 tekur ivaleyst uppgávurnar, sum teir eiga á, í størsta álvara, og tað ger TB ivaleyst eisini. Ikki minst tá ið teir leygardagin skulu til Hvalbiar! Alt bendir nú á, at VB, sum trý tey seinastu árini hevur verið í 2. deild, skal flyta niður aftur í 3. deild.
Tað er ikki greitt enn, hvør skal flyta úr 3. og upp í 2. deild. HB er tvey stig frammanfyri GÍ. Júst hesi bæði liðini fara at dystast í Gundadali sunnudagin. Um HB ikki tapir, so fara teir at flyta upp. Um GÍ vinnur verður tað undan síðsta umfarinum púra javnt. Í síðsta umfarinum skal GÍ spæla á heimavølli ímóti TB, og HB skal spæla í Runavík. Einki annað felag enn HB og GÍ eru við í kappingini um uppflyting og endaspæl um uppflyting.










