Toftamenn hava keypt Morgunstjørnuna

Línuskipið, Morgunstjørnan, hevur skift eigara, og nú er skipið heimahoyrandi á Toftum

Eigaraskifti

Tað vóru Christian Julius Jacobsen og Rólant Poulsen á Eiði, sum áttu Morgunstjørnuna, men fyri einum ári síðan seldi Rólant síni partabrøv í felagnum til Christian Julius, sum síðan einsamallur hevur átt felagið, P/F Múlavík.
Saman áttu teir eisini Vesturland, sum Thor í Hósvík keypti fyri umleið trimum árum síðan.
Nú hevur Christian so avgjørt at selja toftamonnum við Jóhannesi Olsen, sum eigur felagið P/F Eysturoy og línuskipini, Eysturoying og Sigmund, felagið Múlavík.
Við hesum verður Morgunstjørnan nú ein partur av línuskipaflotanum hjá toftamonnum.
Morgunstjørnan, sum er merkt 270 brt., er bygd á Tórshavnar Skipasmiðju í 1961 úr stáli. Skipið hevur eina Grenaa-maskinu frá 1974, sum er 500 hk.