Sunnudagin vóru teir í B68 øgiliga grammir og arbeiðssamir, tá ið teir í Fløtugerði í Fuglafirði vunnu ársins fyrsta sigur. Teir vóru sum hvirluvindar, tá ið teir órógvaðu heimamenninar í uppspælinum. Og so var tað dystaravgerandi, at ghanesisku álopsspælararnir, Samba og Dabo, av álvara vóru komnir fyri seg, eftir at teir í fyrstu umførunum ikki hava verið á sama støði, sum teir í fjør vóru á.
Um tað seinnapartin eydnast Jákupi á Borg at fáa teir reyða at vísa sama hugburð, sum teir vístu í Fuglafirði, so verður B68 favorittur ímóti AB, sum framvegis bíðar eftir fyrsta sigrinum.
Hjá B68 er liðformaðurin Aleksandur Ó. Jensen leikbannaður, Áki Johannesen er darvaður av liðbandsskaða, og Esmar P. Clemetnsen er plágaður av skaða í hælsinuni.
Argjamenn hava bara skorað eitt mál, og sunnudagin vóru teir hepnir at vinna fyrsta stigið. Tað var í málleysa javnleikinum inni í Vika ímóti TB. Ta ferðina var eingilski Sam Pollard framrættaður í vinstru. Hann hevur annars verið vongverji í vinstru.
Tølini siga, at umframt í at skjóta mál so hava argjamenn trupulleikar í verjuspælinum. Teir hava skorað eitt mál og 14 eru farin ígjøgnum. Men tvær tær seinastu ferðirnar hevur tað verið munandi frægari. Undan málleysa javnleikinum ímóti TB endaði tað við 2-1 heimatapi ímóti 07 Vestur.
Hjá AB er Marius Lindh framvegis skaddur í knænum, og Rógvi Skála er vøddaskaddur.
AB er aftast við einum stigi, og B68 er á áttanda plássi við seks stigum.
B68 – AB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 16.00.










