Toftafólk fagnaðu Stapanum

Nýggja skipið hjá Regn legði í fagrastu líkindum at á Toftum, har skipað varð fyri tignarligari móttøku

-Hetta er sera hugaligt hjá okkum, at so nógv møta upp at taka ímóti nýggja skipinum hjá okkum. Stóra tøkk skulu tit hava fyri tað.

Tað var Anfinn Olsen, reiðari, sum bjóðaði væl komin, tá ið tað tíðliga seinnapartin varð skipað fyri móttøku í sambandi við, at nýggja línuskipið hjá partafelagnum Regn á Toftum fyrstu ferð legði at bryggju. Hann greiddi eisini frá møguleikunum, sum nýggja skipið gevur.

Reiðarin fagnaði samstarvinum, sum hevur verið við norsku ánararnar, sum hava átt skipið alla tíðina, síðani tað varð bygt fyri í 1990. Skipið eitur framvegis Husby Senior, men í næstu viku, tá ið formellu viðurskiftini verða fingin upp á pláss, fer skipið at skifta navn og eita Stapin.

 

Jóhannus Danielsen, borgarstjóri, bjóðaði nýggja Stapanum væl komnum og fegnaðist um tað, sum hetta leggur aftrat møguleikunum í fiskivinnuni í Nes kommunu, har tað altíð hevur verið nógv fiskvinna.

 

Jógvan Ingvard Olsen, fyrrverandi skipari og reiðari, hugleiddi um, hvussu menningin hevur verið, síðani fyrstu sluppirnar komu til Toftir undan næstsíðsta aldarskifti og fram til nútíðina. Hann undirstrikaði týdningin av, at tað alla tíðina verður ligið á takinum – bæði á landi og sjógvi – at betra um umstøðurnar.

 

Norsku ánararnir vóru komnir til Føroya við skipinum, og Ingvald-John Husby, sum hevur verið skipari og reiðari, takkaði fyri móttøkuna og ynskti nýggju ánarunum blíðan byr.

 

Kristmund Johannesen, sum er rakstrarleiðari hjá partafelagnum Regn, takkaði fyri og bjóðaði øllum til ábit í teltinum á kaiini og umborð at síggja skipið.

 

Undirhúskórið og Nes Sóknar Musikkfelag settu sín dám á løtuna, sum kendist tignarlig í framúr góða várveðrinum.

 

Jákup Eli Eidesgaard av Eiði fer at føra Stapan. Hann hevur higartil verið skipari á gamla Stapanum.