ÚTISETI
Tað stendur nógv upp á spæl hjá Toda Jónsson og FCK í kvøld. Um teir ikki vinna í Brøndby, so er møguleikin at vinna DM, sum í vetur var heilt upplagdur, ivaleyst burtur.
Sunnudagin var Brøndby sera sannførandi á heimavølli ímóti OB. FCK var leikliga heilt væl fyri í Esbjerg, men teir megnaðu ikki at gera mál.
? Tað er ein eitt sindur undarlig kensla. Vit spældu framúr væl, men sjálvandi iðra vit okkum um, at tað ikki eydnaðist at fáa mál, sigur Todi Jónsson, sum ivaleyst verður millum teir fyrstu ellivu hvítklæddu í Brøndby í kvøld:
? Eg havi einki hoyrt um liðið, men eg rokni við og vóni, at tað verður pláss fyri mær, og at vit kunnu skora málini, sum vit ikki megnaðu at gera í Esbjerg.
Fyrireikingin
Ofta hoyrist um serligar fyrireikingar, tá ið nógv stendur upp á spæl. Men FCK spælararnir fara hvørki á gistingarhús ella at venja fyrrapartin, nú teir í kvøld skulu spæla finalu í Brøndby.
? Okkum dámar øllum best, at gerandisdagurin er so vanligur, sum tað ber til. Vit hittast í venjingarhølunum hjá okkum sjálvum einar tríggjar ella fýra tímar undan dystarbyrjan. So fáa vit ein lættan bita at eta, áðrenn vit hava stuttan taktikkfund, og so koyra vit í felag út í Brøndby.
Plágar tað teg nógv, at tað í bløðunum aftur og aftur hevur verið tikið upp í saman í hesi vikuni, at tú misnýtti nógvar møguleikar í Esbjerg?
? Eg havi hoyrt, at eg í onkrum av bløðunum fekk eitt fimm tal fyri avrikið í Esbjerg. Eg veit við meg sjálvan, hvussu avrikið var, og eingin nýtist at siga mær, at eg skuldi havt skorað. Men eg taki mær ikki so nógv av, hvat tíðindamenninir siga. Í níggju av tíggju førum hava teir, sum skriva, ikki spælt fótbólt, og tað kennist beinanvegin aftur í innlitinum ella tvørrandi innlitinum.
Hvat roknar tú við í kvøld?
? Eg vóni, at vit fara at fáa øll stigini og harvið varðveita møguleikan sjálvir at gera av, um vit skulu vinna DM ella ikki. Men tað verður sera torført. Brøndby er á aldukambinum í løtuni, staðfestir Todi Jónsson, sum ivaleyst verður í FCK álopinum saman við Zuma.