ÚTISETI
206 dystir og 68 mál. Tað eru tølini, sum liggja eftir Toda Jónsson í FCK. Hann hevur umboðað felagið 206 ferðir síðani hann saman við formanninum, Flemmingi Østergaard, fyri átta árum síðani flutti úr Lyngby og til FCK. Í løtuni bendir einki á, at dystartalið og máltalið fer at gerast størri, enn tað nú er.
- Eg havi fyri stuttum havt fund við leiðsluna í felagnum. Sáttmálaskeiðið hjá mær og FCK verður liðugt 30. juni. Eg fregnaðist eftir, um felagið er sinnað at gera nýggja avtalu um samstarv. Svarið var, at tað høvdu teir ikki tikið støðu til. Tað vil siga, at teir eru ikki áhugaðir í framhaldandi samstarvi, og tí bendir alt á, at eg skal skifta felag í summar, sigur Todi Jónsson.
Todi fylti 2. februar 33 ár. Síðsta árið hevur hann ikki verið nógv at sæð á besta FCK liðnum. Í vár hevur hann ikki spælt í landskappingini. Hesar síðstu vikurnar hevur hann havt lítlan skaða í lærkrikanum at dragast við. Nú er tað nakað síðani, at hann kom fyri seg aftur, men tað hava ikki verið boð eftir honum at spæla á besta liðnum.
Toda hevur restað dystarvenjing. Fyrsta stigið á leiðini at fáa hana tók hann fyrrakvøldið. Tá var hann í 1. hálvleiki á næstbesta FCK liðnum sum á Frederiksberg tapti 5-2 móti Skjold. Í steðginum, tá ið Todi fór av vøllinum, var støðan 2-2, eftir at FCK hevði verið á odda 2-0.
- Eg var nógv skaddur í fjør. Í vetur var eg væl fyri, og eg vandi við fullari ferð saman við hinum. Fyri at spæla á hægsta støði er neyðugt at fáa dystarvenjing. Eg fekk ikki møguleika fyri dystarvenjing tá, og nú eri eg langt burtur frá besta liðnum.
Todi Jónsson heldur tað vera undarligt at flyta frá arbeiðsplássinum og felagnum, sum hann hevur verið partur av seinastu átta árini, og sum hann hevur verið við til so mangar glæsiligar løtur saman við. Men samstundis ásannar hann, at tað er lítil meining í at halda fram í felagnum, um hann skal vera tann fimti í røðini av álopsspælarunum og harvið ikki fáa serligar møguleikar á vøllinum.
- Nú fari eg at leita eftir nýggjum arbeiðsplássi. Eg rokni við, at tað fer at bera mær til at spæla á hægsta støði í eini tvey ár afturat. Eg vóni, at tað fer at bera til at finna felag á Sjællandi. Vit eru familja við trimum børnum, og tað hevði verið sera ólagaligt at flutt, sigur Todi Jónsson.










