Todi varð skeivt endurgivin

Tíðindastova endurgav Toda Jónsson fyri at siga, at hann vildi aftur til Danmarkar at spæla, men nú avsannar Todi, at hann skal hava sagt hetta

Seinastu dagarnar hava tíðindi gingið um, at Todi Jónsson skuldi fara aftur til Danmarkar at spæla fóbólt. Millum annað norska tíðindastovan NTB bar tíðindini um, at Todi ikki treivst í Noregi, og at hann tí skuldi skifta felag.
Nýggja felagið hjá Toda skuldi sambært tíðindunum vera FC Nordsjælland, sum spælir í superliguni.
Men Todi boðar nú alment frá, at hann hevur einki sagt um hetta.
 Eg eri blivin skeivt endurgivin, og eg skilji ikki, hvussu tað, sum eg havi sagt, kann verða tulkað soleiðis, sigur Todi Jónsson við Fedrelandsvennen.

Endar í Start
Todi hevur fyri kortum longt sáttmálan við Start fyri restina av hesum árinum, og partarnar hava møguleikan at leingja sáttmálan við einum ári afturat.
 Um tvey ár eri eg 36 ár. Hetta er mín seinasti sáttmáli, og FC Nordsjælland er ikki upp á tal eftir hendan sáttmálan, sigur Todi Jónsson.
Hann sigur seg trívast væl í Start og ætlar at halda sína avtalu við felagið.
Áðrenn Todi fór til Noregs at spæla var hann í sambandi við fleiri donsk feløg, og tað var sagt, at FC Nordsjælland var eitt av feløgunum. Men eingin avtala kom í lag millum partarnar, og nú staðfestir Todi, at tað kemur heldur ikki upp á tal.
Hann ætlar sær at enda sína yrkisleið.