Noreg
Sunnukvøldið setti Todi Jónsson saman við liðfeløgunum kós úr Tromsø og suður aftur til Kristiansand. Lagið var einki serligt, tí Start tapti 3-1 móti Tromsø, sum stríðist fyri at sleppa undan niðurflytingini.
Á Toda er lagið heldur ikki so gott, sum tað kundi verið, tí honum leingist so illa eftir konuni og børnunum, sum eru í Keypmannanhavn.
- Tað er ikki nóg gott, at konan og børnini eru í Keypmannahavn, meðan eg eri í Kristiansand. Hvørki eg ella familjan hava gott av hesum, og tað er væl hugsandi, at eg flyti aftur til Keypmannahavnar seinni í heyst. Tað er ikki vert at seta familjuna undir trýst orsaka av fótbólti, sigur Todi Jónsson við Fædrelandsvennen í Kristiansand. Útsøgnin varð um vikuskiftið endurgivin í fleiri norskum og eisini donskum fjølmiðlum.
Start og Todi tosa framvegis saman um møguleikan fyri framtíðar samstarvi. Felagið hevur greitt givið til kennar, at teir eru áhugaðir í, at Todi heldur fram í Noregi. Todi sigur seg seta stóran prís upp á felagið,og teir í felagnum siga seg væl skilja, at Todi hugsar seg eyka væl um, áðrenn hann tekur endaligu avgerðina.
- Avgerðin skal takast í seinasta lagið um hálvan november. Men eg skilji væl, at teir í Start vilja hava svar sum skjótast. Tað ræður um hjá teimum at vera væl fyrireikaðir til næsta kappingarár, sigur Todi Jónsson, sum undir øllum umstøðum sigur seg rokna við, at hann eisini næsta ár fer at spæla fótbólt:
- Undan fráferðini úr Keypmannahavn og til Kristiansand hevði eg møguleika at taka av tilboðum bæði úr Danmark og Svøríki umframt øðrum tilboðum úr Noregi. At tað hevur gingið hampuligt hjá mær í Start havi eg kent aftur í áhuganum frá fleiri feløgum, so um alt verður, sum tað er nú, so rokni eg avgjørt við at spæla næsta ár. Um tað verður í bestu ella næstbestu deildini, og um tað verður í Danmark ella aðra staðni fáa vit at síggja seinni í heyst, sigur Todi Jónsson.
Todi skrivaði í summar undir hálvt ára sáttmála við Start, men hann tryggjaði sær møguleikan at leingja samstarvið í tvey ár afturat.
Soltið á útivølli
Sunnukvøldið vóru bæði Start og Vålerenga, sum kappast um NM, í eldinum á útivølli. Og í báðum førunum stóðu toppliðini eftir við ongum. Start tapti 3-1 í Tromsø, og Vålerenga tapti 1-0 á Ullevaa móti Lyn, sum eisini er úr høvuðsstaðnum. Úrslitini bera við sær, at toppliðini liggja stavn um stavn. Tey hava bæði 44 stig, og tey hava bæði +15 í málmuni. Start er á odda, tí teir hava skorað trý mál fleiri enn kappingarneytin.
Todi var á vøllinum allar 90 minuttirnar í Tromsø. Hann var nær við og næstan fleiri ferðir, men tað eydnaðist ikki honum og hinum álopsspælaranum hjá Start at fáa mál, hóast Start vísti betri fótbóltsspæl enn heimaliðið.
At Todi er høgt í metum í norska fótbóltsheiminum varð aftur staðfest sunnukvøldið, tá ið størsta norska dagblaðið, VG, metti føroyska álopsspælaran at hava verið besta mann á vøllinum í Tromsø!
Tromsø stríðist fyri at sleppa undan niðurflytingini, og hesa ferð vunnu teir 3-1. Merkisvert var tað, at øll fýra málini vórðu skorað eftir deyðbóltsstøður. Landsliðsspælarin Ole Martin Årst skoraði øll málini hjá Tromsø. Hann hevur skorað 16 av teimum 28 málunum, sum Tromsø hevur fingið í ár! Málið hjá Start skoraði Marius Johnsen í síðstu løtu í 1. hálvleiki. Start trýsti í 2. hálvleiki, men teir fingu ikki mál, og so smekkaði heimaliðið til aftur.
Sjálvsálitið í Tromsø er í lagi. Teir luttaka í UEFA Cup, har teir hóskvøldið tryggjaðu sær pláss í bólkaspælinum, eftir at teir endaðu omaná turkiska Galatasaray. Í fyrsta umfarinum vunnu teir á Esbjerg.
Botnur og toppur
Akkurát á sama hátt, sum tað sunnudagin vísti seg í Føroyum, so sást tað í Noregi, at tey, sum eru niðast, og sum eru hótt av niðurflyting, megna at seta seg eyka upp og at vinna neyðugu sigrarnar. Tað sást eitt nú, tá ið botnliðið Aalesund vann 1-0 á Lillestrøm, tá ið Rosenborg á útivølli vann 3-0 á HamKam, tá ið Fredrikstard vann 2-1 á útivølli móti Bodø/Glimt, og tá ið Molde á heimavølli vann 4-0 á Odd Grenland.
Í gjárkvøldið skuldi Brann í Bergen fáa vitjan av Viking úr Stavanger. Úrslitið í tí uppgerðini var avgerandi fyri, um tað í fýra teimum síðstu umførunum verða fleiri í kappingini um heiðursmerkini, enn tey trý, sum nú eru á heiðursmerkjaplássum. Umframt Start og Vålerenga er talan um Lyn, sum við sigrinum á Ullevaal er fýra stig aftanfyri oddaliðini.