Todi skal spæla móti Skála

Todi Jónsson og Start skulu spæla í UEFA Cup móti Skála. Tá ið luturin varð kastaður seinnapartin í dag, var Skála hepnari enn GÍ, sum skal til Letlands at spæla móti FK Ventspils. B68 spældi ímóti hesum liðnum í 2004. Letlendingarnir vunnu 3-0 á heimavølli og 8-0 á útivølli.
Todi Jónsson sigur við norsku pressuna, at bæði tey føroysku liðini í UEFA Cup - Skála og GÍ - í styrki mugu roknast sum miðal lið í næstbestu norsku deildini. Tey eru torfør at spæla ímóti, men vit eiga sjálvandi at vinna á Skála, heldur Todi Jónsson.
Skála skal spæla á heimavølli hósdagin 13. juli og í Kristiansand 27. juli.
GÍ skal spæla í Letlandi 13. juli og á heimavølli 27. juli.