Todi skal hava maskot

Eins og hini stóru feløgini í Danmark vil Fremad Amager eisini hava ein maskot, sum kann hjálpa til at stuðla liðnum, tá dystir eru á skránni. Fyri at finna rætta maskottin, hevur felagið nú skrivað út kapping, har lesarar hjá lokala Amagerbladet kunnu koma við góðum hugskotum. Persónarnir handan bestu fimm hugskotini fáa ein Amager-pakka við spælaratroyggju við autografum, tveimum fríbillettum til heimadystir, tveimum stadionplakatum og tveimum sonevndum drekkibillettum. Tá maskotturin er funnin, verður nýggja kapping, har navnið á hesum skal finnast.