ÚTISETI
Todi Jónsson verður í FCK í hvussu so er í tvey ár afturat. Tað var stóra søgan í donsku ítróttarpressuni seinnapartin fríggjadagin. FCK venjarin fegnaðist, áskoðararnir hjá FCK stórfegnaðust, sjálvt ítróttarstjórin, Niels?Christian Holmstrøm, tóktist ovurfegin, og Todi Jónsson sjálvur fjaldi ikki yvir, at tað kendist sum ein lætti hjá honum, at óvissan um næstu fótbóltsframtíðina við nýggju undirskriftini var burtur.
? Hetta er ein ivasamur vinnuvegur. Marknaðurin er ikki, sum hann onkuntíð hevur verið. Tí sigur tað seg sjálvt, at tað er ein lætti, at tað nú er greitt, hvar eg skal spæla fótbólt tvey tey næstu árini. Eg havi alla tíðina sagt, at eg stór trívist í FCK, og at eg alla tíðina havi vónað, at tað fór at bera til at halda fram her. Eg eri fegin um álitið, sum FCK hevur víst mær, og eg vóni, at eg verði førur fyri at rinda felagnum og áskoðarunum, sum hava stuðlað mær so væl, nakað aftur, var viðmerkingin hjá Toda Jónsson, tá ið tíðindini bórust um, at nú var nýggjur sáttmáli komin upp á pláss.
Todi Jónsson vil einki siga um sáttmálasamráðingarnar, og tað vil leiðslan í FCK heldur ikki. Men tað er neyvan nógv við síðuna av, tá ið vit gita, at báðir partarnir, sum hava staðið so stívir fyri hvørjum øðrum, hava givið seg. Todi vildi hava longri sáttmálaskeið enn tvey ár, men tað vildi FCK ikki. Nú er skeiðið tvey ár, og tað hevur FCK ivaleyst rindað eitt sindur meiri fyri, enn teir í fyrstu atløgu ætlaðu sær at gera. Men hetta eru gitingar.
Brennivargur
Undan útidystinum í Esbjerg segði FCK venjarin, Hans Backe, at hann roknaði Toda Jónsson sum lyklaspælara. Todi var í álopinum saman við Zuma, og teir funnu hvønn annan so mikið væl, sum teir plagdu at gera síðsta heyst, tá ið FCK vann seg fram til tryggan oddasess.
Todi spældi Zuma leysan, men hann misnýtti, og Zuma og fleiri aðrir spældu Toda leysan frammanfyri Esbjerg málið, men tað eydnaðist ikki at fáa mál. Todi hevði fýra risa stórar møguleikar. Hann stútaði úr góðari støðu við síðuna av málinum, hann sendi upp um tvørtræið, málverjin bjargaði eina ferð, og dygst undan útskiftingini í 86. minutti, fór bólturin millum beinini á Toda.
Í BT fær annars væl upplagdi føroyski álopsspælarin av grovfíluni, tí hann ikki megnaði at skora mál í Esbjerg: "Todi Jónsson, en færing i København, var helt suveræn og blev lørdagens indiskutable stor pyroman i 0?0 kapmen", er salvan, sum ítróttarmaðurin hjá BT í Jyllandi, Ib Pilegaard, gevur Toda Jónsson. Og tá ið hann býtir karakterir út, er hann ikki í gávuhýri ímóti Toda. Føroyski álopsspælarin fær eitt fimm tal, sum er tað minsta, ið nakar av spælarunum í Esbjerg leygardagin fekk. At tað er stutt millum topp og botn er hetta góð mynd av. Um Todi hevði havt skorað sigursmálið, so hevði hann ivaleyst fingið tíggju ella ellivu. Tí leikliga avrikið var gott.
? Eg misbrúkti møguleikarnar, sum kundu havt givið okkum sigurin og harvið framvegis oddasessin í superliguni. Nú mugu vit gera málini úti í Brøndby, sum vit ikki megnaðu at gera í Esbjerg, var viðmerkingin hjá Toda Jónsson.
Hans Backe, FCK venjarin, segði seg vera væl nøgdan við leikliga avrikið. Men hann segði seg samstundis ivast í, um Todi verður førur fyri at spæla í morgin. Metingin hjá venjaranum var, at Todi hevði nýtt so nógva orku, at hann kanska ikki fór at verða komin fyri seg mikudagin.
? Tað vóni eg sanniliga, at eg verði. Tað eru fýra dagar at koma fyri seg í, segði Todi Jónsson. Fýra minuttir undan dystarenda varð hann avloystur av Peter Møller. Men eingin ivi tykist vera um, at venjarin hevur gott eyga á Toda og ivaleyst fyrst fer at vita, um hann er førur fyri at spæla avgerandi lokaluppgerðina í annað kvøld, áðrenn hann fer at huga um aðrar møguleikar í uppstillingini.










