Todi Jónsson spældi við frá byrjan, tá ið Start fríggjadagin spældi venjingardyst ímóti Tromsø. Todi hevur havt ein skaða at dragast við, men hann spældi við í meira enn ein tíma, áðrenn hann sum avtalað varð skiftur út.
Eg havi havt trupulleikar við hælsinuni, men tað gongur støðugt fram á hjá mær, sigur Todi Jónsson.
Todi gjørdi um seg í álopinum hjá Start. Hann hevði fleiri royndir, og hann legði upp til málið hjá Start. Todi spældi álopsfelagan Jon Midttun Lie frían frammanfyri málið, og so kundi Start javna til 1-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Næsti venjingardysturin hjá Start verður ímóti Rosenborg hósdagin.