Todi Jónsson verður tøkur

Men í gjár var ikki greitt, um hann verður á liðnum, tá OB í morgin vitjar í Parkini

OB fer í morgin at vitja FCK á heimavøllinum í Parkini. Fyrrverandi FCK venjarin, Kim Brink, er stjóri í OB, og Carsten Hemmingsen, sum inntil fyri tveimum vikum síðani var miðvallari í FCK, er nú miðvallari í OB. Johan B. Hansen, sum fyri tveimum vikum síðani sat á beinkinum á føroyska landsliðnum, er eisini í hópinum hjá OB. Luturin hjá honum hevur higartil verið at sita á beinkinum og at koma á vøllin við hvørt.

Ein av stóru spurningunum í FCK hevur í vikuni verið, um Todi Jónsson fór at vera førur fyri at spæla sunnudagsdystin.

Sambært almennu heimasíðuna hjá FCK, so er Todi Jónsson tøkur aftur. Hann og nýggi og stóri álopsmaðurin, Pascal Simpson, hava síðani tíðliga í vikuni vant saman við hinum í FCK. Um Todi verður ímillum teir fyrstu ellivu, um hann verður á beinkinum, ella um hann verður spardur inntil annan sunnudag, tá FCK skal til Silkeborg, var ikki greitt, tá vit høvdu samband til Danmarkar.