Todi hevur brotið fingurin

Men føroyski álopsmaðurin verður í álopinum, tá FCK sunnudagin fer at royna at syfta Brøndby

Todi Jónsson gongur við brotnum høgra longutong. Føroyski álopsmaðurin í FCK vandi fyrstu ferð í hesi vikuni saman við liðfeløgunum mikudagin. Mánadagin og týsdagin vandi hann uttan bólt, meðan liðfelagarnir í góðveðrinum spældu við bóltinum.

Hóast longutong er brotin, so verður Todi Jónsson við, tá FCK sunnudagin fer út í Brøndby, har tað langt síðani er útselt til nýklassikarin:

? Eg havi fingið ein skinnara at hava á fingrinum. Teir, sum hava skil fyri tí, siga, at tað ber væl til at spæla við fingrinum í skinnara, og eg vil ógvuliga fegin spæla við í hesum dystinum, sigur Todi Jónsson, sum sunnudagin skoraði fyrsta málið í landskappingini í ár 2000.

? Eg haldi avgjørt, at vit hava ein møguleika at vinna í Brøndby, men tað verður torført. Brøndby roynist betri á heimavølli, enn teir gera á útivølli, og teir eru greiðir yvir, at skulu teir framvegis hava møguleika at vinna DM, so skulu teir hava trý stig móti okkum.

Todi spældi í ein hálvan tíma í Viborg við brotnum fingri:

? Eg varð feldur av einum, og í fallinum royndi eg at lofta mær. Fingurin tók fyrst, og hann brotnaði. Eg hevði nógva pínu, men tað kendist frágera gott at skora, sjálvt um fingurin var brotin. Men at vit ikki fingu øll trý stigini líktist púrasta ongum. Vit høvdu upplagdar møguleikar at skora í hvussu so er tvey ella trý mál.


Nógv pressa

Í Herfølge gongur lívið so nógv sína vanligu gongd, sum tað ber til, tá gulldeymurin er so sterkur, sum støðutalvan boðar frá, at hann er, nú tað resta trý umfør av donsku kappingini.

Jákup Mikkelsen hevur vant hvønn dag í hesi vikuni:

? Nógv pressufólk hava vitjað undir venjing hesa seinastu tíðina, bæði danskarar og útlendingar. Tey eru serliga áhugað at tosa við John Faxe Jensen, og hann sigur teimum tað sama, sum vit allir hava fremst í huganum.

Hvat er tað?

? At tað, sum nú ræður um, er at vinna móti OB sunnudagin. Um vit fáa trý stig hava vit góðan møguleika at røkka DM. Um vit tapa, er tað góður møguleiki fyri, at vit sunnukvøldið eru næstfremst og ikki fremst. So einfalt er tað, og tí mugu vit fáa trý stig, staðfestir ein jarðbundin Jákup Mikkelsen.