ROYALA LIGAN
63 áskoðarar. Tað var talið á teimum, sum í kuldanum í Skien í Noregi hóskvøldið hugdu at, tá ið Todi Jónsson við góðum stútara tryggjaði Start fyrsta stigið í Royalu kappingini. Úrslitið móti FCM var, sum tað varð nevnt í vikuskiftisblaðnum, 1-1.
Sunnudagin átti Start aftur heimavøll í Skien. Hesa ferð var tað móti Oslo felagnum Vålerenga, sum Start fyrr í heyst tapti tætta kapping um NM ímóti. Áhugin millum áskoðararnar var størri sunnudagin, enn hann var hóskvøldið. Men hann var einki at rópa hurrá fyri. 429 vóru við fótakulda eygnavitni til uppgerðina millum norsku toppliðini.
- Talan er um eina skandalu. Hóast vit allir eru professionellir og harvið vita, hvat tað snýr seg um, so ivist eg ikki í, at tað hevur sína ávirkan á okkum inni á vøllinum, at tað eru so fá kring vøllin, sum tað ongantíð eru til nakran fótbóltsdyst í fremstu deildini í Føroyum, sigur Todi Jónsson.
Sunnudagin var Todi ikki á vøllinum í Skien, tá ið Start tvífaldaði um samlaðu úrtøkuna í skandinavisku kappingini. Úrslitið móti Vålerenga var 3-3, eftir at tað í steðginum hevði staðið 1-1, og eftir at Vålerenga nítjan minuttir undan leikloki hevði økt um leiðsluna til 3-1.
Undan dystarbyrjan royndi Todi at hita upp, men hann stóð ikki royndina. Onnur hælsinan hevur verið eym, síðani teir fóru at venja á graslíki. Men hóast hetta, so heldur Todi, at tað hevði verið upplagt, at heimadystirnir hjá Start hesa ársins tíðina vórðu spældir í fótbóltshøllini, sum er nógv tættari Kristiansand enn Skien er tað, og har tað er graslíki á vøllinum.
- Tað er týdningarmikið, at umstøðurnar hjá áskoðarunum eru góðar. Higartil hevur leiðlsan í Royalu liguni ikki viljað givið undantaksloyvi at spæla innandura, men tað mugu teir umhugsa eina ferð enn, eftir at áhugin fyri dystunum hjá okkum á heimavølli hevur verið so lítil, heldur Todi Jónsson, sum í dag fór til Keypmannahavnar í vetrarfrí. Hann skal møta aftur til venjingar 9. januar.
Serliga donsku feløgini hava higartil verið avgjørd í, at talan fór at verða um lægri raðfesting av kappingini, um uppgerðir vórðu fluttar undir tak. Men eftir ferðina í Skien og uppgerðina móti Start frammanfyri 67 áskoðarum tykist FCM venjarin, Erik Rasmussen, at vera komin á aðrar hugsanir. Hann er ikki so avgjørdur nú og vil heldur spæla undir taki, enn at vera partur av endurtøku av tí, sum gekk fyri seg hóskvøldið.
Í Kristiansand eru vallarumstøðurnar ikki so góðar, sum tær eru hjá fleiri av hinum feløgunum í bestu norsku deildini. Start flutti upp í bestu deildina síðsta heyst, og teir hava ikki enn havt stundir at laga umstøðurnar til nýggju tíðina hjá fótbóltinum. Inntøkurnar eru vornar væl størri, og áhugin millum áskoðararnar er eksploderaður.
Men nú verður hetta broytt. Um Todi Jónsson á egnum kroppi fer at kenna broyttu umstøðurnar er framvegis ein opin spurningur. Hann hevur fyri stuttum skrivað undir sáttmála, sum ber við sær, at hann eisini í 2006 verður partur av Start liðnum.
Í síðstu viku samtykti býráðið í Kristiansand, at teir nú skulu fara undir at byggja nýtt stadion, sum verður so mikið væl útgjørt, at tað væl fer at bera til at spæla fótbóltsdystir, hóast talan verður um vetrarveður. Nýggja stadion í Kristiansand ætlast at verða liðugt 1. mars í 2007. Næsta heyst fer Todi Jónsson at taka støðu til, um hann skal taka av tilboðnum, sum hann hevur fingið frá Start um eisini at umboða teir í 2007.
Trettan spælarar skaddir
Tá ið Start sunnudagin setti punktum fyri hesum kappingarárinum, var talan fyri tað mesta um eina blanding av unglingaliði og 2. liði. Tí var venjarin, Tom Nordlie, væl nøgdur við, at hansara spælarar síðstu tíggju minuttirnar megnaðu tvær ferðir at svara aftur og harvið at javna til 3-3 móti Vålerenga.
Trettan av spælarunum, sum plaga at vera við í kappingini um tey ellivu plássini á silvur liðnum hjá Start, vóru á skaðalistanum. Millum hesar var eisini Todi Jónsson.
Í norsku fjølmiðlum verður spurt, um hetta fer at ávirka fyrireikingarnar hjá Start til nýggja kappingarárið. Tom Nordlie hevur síðsta mánaðin koyrt á spælararnar fyri at fáa teir í røttu grundvenjingina.
Men Start venjarin og næstu hjálparmenn hansara siga seg ikki kvíga fyri støðuni:
- Tað kemur ofta fyri, at spælararnir eru moyrir, tá ið landskappingin er av. Summir hava leingi spælt við størri og minni skaðum. Nú hevur tað fremsta prioritet, at spælararnir koma seg heilt aftur, áðrenn farið verður undir nýtt kappingarár. Hetta hevur størri týdning, enn at spælararnir luttaka í Royalu kappingini, siga teir í Start.
Eftir at Start spælararnir eru komnir aftur til arbeiðis 9. januar, er ætlanin, at teir skulu venja nógv, og tað er eingin ivi um, at tað verður strevið. Todi Jónsson hevur fyrr í heyst sagt, at hann ongantíð áður hevur verið úti fyri sovornari venjing sum henni, sum hann dagliga er partur av í Start. Og venjarin fer neyvan at krevja minni av spælarunum í januar, enn hann hevur gjørt í august, september og oktober.
28. januar fer Start til La Manga í Spania, har føroyska landsliðið fleiri ferðir hevur verið á venjingarlegu. Tað verður roknað við, at kanska allir teir trettan, sum sunnudagin vóru á skaðalistanum, fara at verða tøkir, tá ið ferðalagið fer úr Kristiansand og til Spania.
Tá fer denturin á góðum grasvallum og vónandi í góðum veðri eisini at verða lagdur á at venja bóltførleikan, og tá er ætlanin, at Start skal spæla fleiri venjingardystir.