Todi fegin at vera aftur

37 ára gamli áloyparin, Todi Jónsson, var fegin at spæla aftur við KÍ, men hann staðfestir, at avrikið hjá KÍ ikki var nóg gott, tá mann spælir ímóti einum so væl spælandi B68 liðið.

- Vit eru ikki sterkir nokk í nærdystunum. Teir sleppa at spæla frítt, og tað gekk heldur ikki nóg skjót fram eftir vøllinum, greiðir Todi Jónsson frá.

Hann leggur afturat, at uppdekkingin ikki var nóg góð, og tí bar so væl til hjá B68 at gagnnýta deyðbóltarnar.

Spurdur um tað er líkasæla, metir áloyparin, at tað heldur eru vantandi royndir, sum eru trupulleikin. Hann staðfestir eisini, at hann er nøgdur við at fáa mál, men at tað altíð er eitt lið, sum bæði vinnur og tapir.