Todi fær kanska gamlan liðfelaga aftur

Tá ið Start týskvøldið spældi ímóti Vålerenga á heimavølli, var danski álopsspælarin David Nielsen millum áskoðararnar. Fedrelandsvennen skrivar, at David Nielsen er upp á tal sum nýggjur spælari í Start, eftir at sáttmálin millum FC Midtjylland og David Nielsen ikki varð longdur.
- Allir góðir spælarar, sum ikki hava sáttmála, eru aktuellir hjá okkum. Hann er ein av fimm ella seks spælarum, sum vit hava áhuga í beint nú, sigur Trond Are Gjone, ítróttarstjóri í Start, við Fedrelandsvennen.
Todi Jónsson og David Nielsen hava áður verið liðfelagar, tað var fyri fleiri árum síðani í FC Keypmannahavn.