Todi er á meistarakós

Nú er munurin millum FCK og Brøndby so lítil, at tað er upp til FCK sjálvt at gera av, um teir skulu endurvinna meistaraskapin

SUPERLIGAN

Tá superligan var í vetrarfrí, tóktist tað púra ógjørligt. Nú resta seks umfør av hesum kappingarárinum, og sunnudagin gjørdist tað veruleiki. Eftir enn eitt Brøndby tap og enn ein FCK sigur er munurin millum fyrr so sannførandi oddaliðið og liðið hjá Toda Jónsson minkaður til tvey stig.
Tað vil við øðrum orðum siga, at um FCK vinnur teir seks dystirnar, sum eru eftir, so fara teir at endurvinna meistaraskapin, sum teir vunnu fyri einum knøppum ári síðani. Soleiðis sum tað sær út í løtuni, so verður dysturin í Parkini millum FCK og Brøndby ? tað er tann dystin, sum Atlantic Airways og Sosialurin skipa fyri ferð til ? ein sonn finala um DM.
Tølini siga, at FCK er væl fyri. Síðani vetrarsteðgin hava teir ikki tapt. Teir hava vunnið seks dystir, og tvær ferðir hevur verið javnleikur. Málmunurin er 19?1!

Todi skoraði
Hesa ferð var setningurin hjá FCK á pappírinum lættari, enn hann hevur verið í øllum hinum dystunum síðani vetrarsteðgin. Todi og liðfelagarnir vóru á gamla heimavøllinum hjá Toda og fleiri av hinum spælarunum í FCK.
Áhugin fyri dystinum í Lyngby var stórur. Í vár hevur áskoðarratalið har verið niðanfyri eitt túsund. Hesa ferð møttu 5.393. Tað gekk so mikið seint at avgreiða atgongugjaldið, at tey síðstu komu ikki inn, fyrr enn 1. hálvleikur var hálvrunnin.
Lyngby hevur tapt allar dystirnar í vár, og teir løgdu aftur sunnudagin rygg til eitt tap. Men tað gjørdist ongantíð nakað stórt upplivilsi av einum fótbóltsdysti. FCK gjørdi sína skyldu og ikki meiri enn tað. Teir vunnu 3?0. Tað er bara Vejle, sum hevur vunnið við so lítlum muni ímóti Lyngby í vár, sum FCK gjørdi sunnudagin.
Todi Jónsson hevur ikki skorað í fleiri teimum seinastu dystunum. Men hesa ferð eydnaðist tað. Hann legði FCK á odda, tá 19 minuttir vóru farnir. Hini bæði FCK málini skoraði miðvallarspælarin Thomas Røll í 26. og í 66. minutti.
Tá tað restaðu níggju minuttir, varð Todi skiftur út. Álopsfelagin hjá honum, Zuma, var ikki á liðnum hesa ferð. Hann segðist vera smáskaddur. Í staðin spældi Peter Møller. Sambært donsku fjølmiðlunum gekk einki serligt hjá honum, og hann varð skiftur út í 72. minutti.
Álopsspælararnir hjá FCK skulu støðugt vísa, hvør dugur er í teimum. Í løtuni kannar felagið, um tað ber til at keypa ein spælara, sum kann vera við í kappingini um fremstu plássini. Í norskum bløðum ljóðar, at FCK hevur boðið tíggju milliónir fyri 24 ára gamla Thorstein Helstad. Hann hevur spælt 54 dystir fyri Brann Bergen, og hann hevur skorað 39 mál. Eitt umboð fyri felagið váttar, at teir samráddust við FCK hósdagin, men eingin sáttmáli er undirskrivaður. Og tað er ikki víst, at talan verður um nakran sáttmála við FCK. Eysturríkska Austria Wien er eisini framvið.

Brøndby kiksaði aftur
Eingin endi tykist vera á, hvussu illa tað gongst hjá Brøndby. Í heyst vóru teir í serflokki í superliguni. Nú hava teir ferð eftir ferð mist stig á heimavølli. Sunnudagin høvdu teir vitjan av FCMidtjylland. Og tað gekk, sum tað hevur gjørt fleiri tær seinastu ferðirnar. Brøndby tapti, og harvið høvdu teir innanfyri átta dagar mist sjey stig.
FCM kom á odda 2?0, tá tað restaðu tólv minuttir. Tað eydnaðist Brøndby at minka um munin, tá tað vóru fimm minuttir eftir. So var lagt upp til, at tað skuldi ganga, sum tað gjørdi, tá AGF næstseinasta sunnudag var í Brøndby. Tá javnaði heimaliðið til 2?2 í yvirtíðini.
Men hesa ferð eydnaðist tað ikki at javna. Brøndby venjarin ásannaði, at liðið er í aldudali, og spælararnir tagdu. Fjølmiðlarnir liggja alla tíðina framvið fyri at fáa spælararnar at siga okkurt, sum kann brúkast at seta innanhýsis kílar í. Tí er best einki at siga.
Tað er ikki ómøguligt, at FCK longu komandi sunnudag verður oddalið í superliguni. Tá skal FCK spæla á heimavølli ímóti Silkeborg. Á pappírinum verður uppgávan hjá Brøndby torførari, tí teir skulu til Aalborg.