Fótbóltur
Í gjár komu teir í FC Amager aftur av Sælandi við einum stigi. Teir høvdu vitjað í Næstved, og úrslitið varð 2-2. Næstved varð roknað at vera greiður favorittur, og tá ið FC Amager í 40 minuttir var undirmannað orsakað av beinleiðis reyðum korti fyri neyðbremsu, og tá ið FC Amager í yvirtíðini misti ein mann afturat orsaka av tveimum gulum kortum, so var úrslitið væl og virðiliga at liva við.
Tríggir føroyskir spælarar eru í FC Amager: málverjin Hans Jørgensen, og framrættaðu Erling Jacobsen og Páll Klettskarð. Eingin teirra var í ferðalagnum í Næstved.
Fyri stuttum skrivaði FC Amager sáttmála við Ahmed Sylla, sum er kendur í Føroyum. Men Sylla var ikki á FC Amager liðnum í Næstved. Orsøkin er tann, at pappírini ikki enn eru komin upp á pláss. Tað harmar teir í FC Amager, tí tað verður roknað við, at Sylla við sínum góða bóltførleika, skjótleika og góða máltevi kann gerast dyggur stuðul.
FC Amager hevur spælt níggju dystir. Sunnudagin var fimta ferðin, at tað endaði við javnleiki. Higartil hevur liðið við føroysku útisetunum vunnið ein dyst, og tríggjar ferðir hava teir einki stig fingið burturúr. Mikudagin skal FC Amager á heimavølli spæla ímóti Frem. Talan er um uppgerð frá 9. umfari, sum varð útsettur, tí tveir Frem spælarar – Atli Danielsen og Jón Rói Jacobsen – vóru burturstaddir í landsliðsørindum.
Todi Jónsson er stjóri í FC Amager, og hóast liðið saman við tveimum øðrum – annað felagið er Frem, sum hevur Atla Danielsen og Jón Róa Jacobsen á listanum - er á 12. plássi og harvið ikki so langt frá niðurflytingarplássi, so heldur Todi, at gongdin er á einari leið:
-Undan dystinum í Næstved høvdu vit tvær vikur at koma fyri okkum í. Tað kom væl við, tí fleiri spælarar hava verið skaddir, men nú eru teir komnir fyri seg aftur. Vónin er, at vit skulu megna at lyfta okkum upp um miðstrikuna. Tað er tætt millum liðini, og um tað eydnast okkum at vinna nakrar dystir, so er tað skjótt at taka seg fleiri pláss fram á talvuni, sigur Todi í samrøðu við heimasíðuna hjá felagnum.
Todi Jónsson ásannar, at tað hevur alt at siga at avrikini verða meiri støðug.
- Vit eru nýggir í næstbestu deildini, og tí mugu vit rokna við, at tað onkra ferðina fer at kiksa. Tí er tað so týdningarmikið, at vit vinna nakrar dystir soleiðis, at vit ikki detta niður í botnin og skulu stríðast fyri at yvirliva. Tíbetur hava vit spælarar, sum hava royndir frá næstbestu deildini. Men vit hava eisini fleiri ungar og óroyndar spælarar, og tá ið tað ikki eru so nógvir alt í alt, so hevur tað nógv at siga, at vit sleppa undan skaðum
Næstu vikurnar eru dystir á skránni, sum á pappírinum tykjast lættari enn fleiri av teimum, sum FC Amager higartil hevur spælt ímóti. Sunnudagin vitjar Skive, sum hevur tólv stig, í Sundby Idrætspark, og so skal FC Amager spæla ímóti trimum teimum niðastu á talvuni – Kolding, LFA og Køge.










