Todi dempar málsetningin

Í 2010 eru 100 ár liðin síðani móðirfelagið hjá FC Amager, Fremad Amager varð stovnað. Uppruna málsetningurin hjá FC Amager varð, at felagið skuldi verða í SAS liguni til ta tíð.

 

Ítróttarliga gekk ikki væl í fjør heyst, og nú stendur heldur ikki væl til fíggjarliga. Stjórin, Todi Jónsson sigur við bold.dk, at tað nú ikki longur er realistiskt, at FC Amager verður at finna í bestu donsku fótbóltsdeildini í 2010.

 

- Fíggjarkreppan hevur rakt okkum, og mugu vit útskjóta málsetningin um SAS liguna.

Eg haldi ikki, at vit skulu binda okkum til eitt ávíst árstal. Vit mugu fyrst hava fundamentið uppá pláss. Men potentialið er avgjørt til staðar, undirstrikar hann.

 

Málsetningurin er nú broyttir til, at felagið skal royna at stabilisera seg í næstbestu fótbóltsdeildini. Og so mugu teir taka tað harfrá. Undirstrikar Todi Jónsson fyri bold.dk.