Todi brynjar Jákup til Liverpool

– Dreymurin er at spæla við Liverpool.
Jákup Vatnhamar Olsen er ein teirra, sum hevur tikið lut í Todi Fodbold Coaching um vikuskiftið. Treiskur og ágrýtin vandi hann saman við Toda Jónsson á ovara vølli í Gundadali sunnudagin. Hann venur dúgliga fyri at røkka sínum dreymi: At spæla við Liverpool.
– Todi er serstakliga fittur. Eg havi lært nógv. Í dag vandu vit skot, kordinatión og at skalla, sigur 13 ára gamli Jákup Vatnhamar Olsen, sum vanliga spælur við Víkingi.