Kapping
Aðrastaðni á hesi síðu kann lesast, hvussu væl tað nú liggur fyri hjá Toda og hinum í FCK. Teir eru í løtuni á odda í superliguni, og nógv bendir á, at talan kann gerast um ein rættiliga avgerandi dyst, tá Brøndby kemur á vitjan í Parkini hin 10. juni.
Roknast kann við, at Parkin verður fullsett hendan dystin, og umframt teir gott og væl 40.000 donsku áskoðararnar, kann ivaleyst roknast við, at onkur føroyingur eisini verður at síggja. Í øllum førum verður talan um ein føroying á áskoðaraplássunum, tí Todi Jónsson skipar nú fyri eini kapping á heimasíðu síni, har høvuðsvinningurin er ein ferð til dystin millum FCK og Brøndby.
Reglurnar fyri at luttaka eru sera einfaldar. Einasta, sum krevst, er at svara sjey spurningum, sum standa á heimasíðuni hjá Toda. Svørini til hesar finnast á heimasíðunum hjá stuðlunum hjá Toda, og leinkjur til hesar síður eru at finna á heimasíðuni. At enda skal nevnast ? hóast tað kanska er óneyðugt ? at heimasíðan hjá Toda eitur www.todi.fo.
Nevnast kann í hesum sambandi, at her á Sosialinum hevur eisini ein kapping verið. Her var møguleiki at vinna eina ferð til dystin millum FCK og Liverpool, sum ætlandi verður spældur seint í juli mánaði. Lutakastið um hesa ferðina verður fríggjadagin.









