Todi avsettur, Start tapti

Sunnudagin spældi Start aftur í norsku landskappingini, og dysturin, sum var ímóti Odd Grenland, endaði við 2-0 tapi. Todi Jónsson var settur á beinkin til dystin, og ístaðinfyri hann byrjaði David Nielsen í álopinum. Todi kom inn fyri David Nielsen, tá ið eitt korter restaði av dystinum, men hvørgin teirra megnaði at skora. Bård Wiggen hevði ábyrgdina av liðnum, nú Tom Nordlie var sagdur úr starvi og bíðað verður eftir, at Stig Inge Bjørnebye kann taka við starvinum. Start liggur framvegis næstniðast í tippuliguni, tvey stig frammanfyri Tromsø.