Tobbi stendur við hvørt orð

? Skuldsetingarnar ímóti Anfinni Kallsberg og Jørgeni Niclasen standa fult og heilt fyri mína rokning. Tær hava einki við Tjóðveldisflokkin at gera, sigur Tórbjørn Jacobsen

Tórbjørn Jacobsen hevur nú fyri fyrstu ferð gjørt viðmerkingar til tað heitasta málið í føroyskum politikki í løtuni, har hann sjálvur hevur verið ein av høvuðspersónunum. Tað ger Tobbi í sínum egna blaði, Fregnum, fríggjadagin.
Tórbjørn Jacobsen hevði í farnu viku lesarabræv í Dimmalætting og Sosialinum, har hann millum annað førdi fram, at Anfinn Kallsberg og Jørgen Niclasen høvdu eina fortíð, har teir høvdu til við at skilja ímillum sítt egna og tað hjá øðrum.
Hesar skuldsetingar fingu ilt í Fólkafloksmenn, sum nú krevja at fáa at vita frá Tjóðveldisflokkinum, hvat liggur í skuldsetingunum.
Torbjørn Jacobsen slær í Fregnum fast, at hann stendur við hvørt einasta orð, sum hann segði í nógv umrødda lesarabrævinum.
? Eg hugsi, at tey flestu vita, hvat eg sipi til. Viðvíkjandi Jørgen Niclasen eru tað bara fá ár síðani, at tað var á hvørs mans varrum. Og hjá Anfinn snýr tað seg um nakrar løgnar flytingar, sum vóru duldar fyri teimum røttu viðkomandi, sigur Tórbjørn Jacobsen við Fregnir.

Málini
Hetta er fyrstu ferð, at Tórbjørn Jacobsen sjálvur gevur ábendingar um, hvørji málini eru, sum hann hugsar um, tá hann heldur at teir báðir fólkafloksmenninir ikki dugdu at skilja ímíllum sítt egna og tað hjá øðrum.
Fyri Jørgen Niclasen hugsar Tobbi helst um málið, tá landsstýrismaðurin fyri Fólkaflokkin brúkti maskinu hjá Føroya Fiskavirking í Vágum, uttan at hava fingið loyvi til hetta frá leiðsluni í Fiskavirking. Hetta mál var frammi í fjølmiðlunum, men einki meira varð gjørt burturúr tí tá.
Tá talan er um løgmann, sipar Tobbi til eitt mál í Norðdepli fyri meira enn 20 árum síðani, tá Anfinn Kallsberg var bókhaldari hjá Frostvirkinum og tveimum skipum hjá partafeløgunum Samogn og Rivið. Í árunum millum 1977 og 1981 gjørdi Anfinn Kallsberg millumrokningar fyri eina slaka millión fyri at manningarnar á skipunum kundu fáa hýru.
Grannskoðarar komu í 1982 fram á hesar millumrokningar, og avtala varð gjørd millum partarnar um, at pengarnir skuldu gjaldast aftur.

Fyri egna rokning
Tórbjørn Jacobsen sigur við Fregnir, at hansara viðmerkingar um landsstýrisfólkini hjá Fólkaflokkinum standa fyri hansara egnu rokning.
? Skuldsetingarnar standa fult og heilt fyri mína egnu rokning. Tær hava einki sum helst við Tjóðveldisflokkin at gera. Flokkurin hevur jú ongar fortreytir fyri at meina nakað um hetta. Tað, eg veit, kennir flokkurin sum flokkur einki til hesi málini, og tey eru ongantíð umrødd á floksfundi. Tað eri eg persónliga, sum havi gott innlit í hesi viðurskifti, tað eri eg persónliga, sum havi sett skuldsetingarnar fram , og tað eri eg persónliga, sum standi til ábyrgd fyri teimum, sigur Tórbjørn Jacobsen við Fregnir fríggjadagin.
? Um Anfinn Kallsberg vil hava tað til, at alt tað, sum eg skrivi, er Tjóðveldisfloksins ábyrgd, som má alt tað, sum Óli Breckmann sigur, eisini vera Fólkafloksins ábyrgd. Kortini er Anfinn merkiliga tigandi, hvørja ferð gallið hjá Óla verður borið út um landið, heldur Tobbi.

Málið snýr seg um privatiseringina
Tað eru viðmerkingarnar um Anfinn Kallsberg og Jørgen Niclasen, sum hava fingið mestu umrøðuna í fjølmiðlunum farnu vikuna, men Tórbjørn Jacobsen heldur, at tað er ikki hetta, sum málið veruliga snýr seg um.
? Høvuðsmálið er jú vinnupolitikkurin. Eg havi sagt, at eg ikki kann góðtaka tað, sum hendir í Vinnumálastýrinum í løtuni, men tað hevur Fólkaflokkurin onga viðmerking til, sigur Tobbi við Fregnir.
? Eg kann undir ongum umstøðum liva við, at Fiskavirking skal avreiðast til ávísar fólkafloksmenn. Tað er tað, alt hetta málið snýr seg um. Tað, Anfinn og Jørgen hava gjørt, er sín sak. Tað er fortíð. Tað er tað, sum Bjarni Djurholm er í ferð við at gera, sum er tað álvarsama málið. Tað snýr seg um framtíðina.
Tórbjørn Jacobsen heldur, at tað tænir ongum endamálið, um Anfinn Kallsberg ella Jørgen Niclasen stevna honum fyri ærumeiðing, og um eitt nú løgmaður velir at stevna, so er tað hansara trupulleiki, heldur Tórbjørn Jacobsen.