Tobbi spyr um tíðar­av­marking í fiskirættindum

Á tingfundinum í morgin, tá munnligir fyri­spurningar eru á skránni, fer Tór­bjørn Jacobsen at spyrja Bjørn Kalsø um tíðaravmarking í fiskirættindum sam­­bært lógini um vinnu­ligan fiskiskap

POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Í grein 13 í lógini um vinnu­lig­an fiskiskap er ásett, at fyri eigarar av fiskiførum við veiðiloyvi sambært grein 5, stk. 3, og fiskiførum við fiski­loyvi í bólki 5 sambært grein 28, stk. 1, hevur rætt­urin til fiskidagar, egn­an kvotupart og egna hjá­veiðu­kvotu gildi í 10 ár ísenn, smb. tó greinum 14 og 15. Spurn­­ingurin er, hvussu nevn­da tíðaravmarking í fiski­rættindunum verður skrá­­sett og á hvønn hátt og undir hvørjum fyri­treyt­um hesi rættindi verða endur­nýggjað, tá ið tíðar­freist­in gongur út?
 Tað er ein sannroynd, at lógin um vinnuligan fiski­skap ásetur eina tíð­ar­avmarking fyri tey í lóg­ini veittu fiskirættindi uppá 10 ár. Tá ið tað ikki er nøkur sjálvfylgja, at somu rættindahavarar, sum framm­an­undan hava hesi rættindini á hondum, bert av sær sjálv­um fáa endurnýggjað hesi somu rættindi, uttan at nak­ar annar sleppur upp í part, er áhugavert og sera við­komandi fyri føroyska sam­felagið at fáa at vita, hvussu hendan skipan verð­ur umsitin, harundir hvussu rættindini verða skrá­sett og endurnýggjað í Fiski­málaráðnum.
Hetta sigur Tórbjørn Jacob­sen, løgtingsmaður Tjóð­veldis­floksins, sum vil hava Bjørn Kalsø, landsstýrismann í fiskivinnumálum at svara hes­um spurningi í løg­ting­ini í morgin, tá munn­lig­ir fyrispurningar eru á skránni.
Um so er, at talan bert er um ein innbygdan automatik, har fiski­loyvini i veruleikanum ongan­tíð ganga út, men bert utt­an fyrivarni áhaldandi verð­a endurnýggjað er spurn­ingurinn um henda manna­gongd viðvíkjandi um­sitingini av rættindum Føroya fólks, er í tráð við anda og endamál lógarinnar. Tað kann so aldri hava verið ætlan­in við lógini, at hesi somu loyvi skulu verða lat­in sum »len«, eins og í feudal­tíðini, til ævigar tíðir til ávísar útvaldar persónar og eftirkomarar teirra, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Hann heldur tí, at tað er umráðandi í hesum sam­bandi at fáa greiðu á, um Fiski­málaráðið sjálvt hevur tikið stig til at fáa hesi loyvi endur­nýggjað, ella um hetta bert verð­ur gjørt eftir umsókn í hvørjum einstøkum føri.
Her er tað eisini ein við­komandi spurningur, hvussu Fiski­málaráðið fylgir við í sam­band við at rætindini verða umsett og handlað, tá ræð­ur um at umsita 10 ára freist­ina, heldur hann, eins og han eisini heldur tað verð­a áhugavert at fáa nærri upp­lýsingar um, hvørt nakað skip er steðgað orsakað av vantandi endurnýgging 10 ára dagin fyri at loyvið var útskrivað ella ikki.
Um loyvini reint faktiskt vera endurnýggjað uttan fyri­varni og umhugsan fyri enda­máli lógarinnar, so er í øll­um førum sera áhugavert at fáa eina neyvari lýsing av teim­um mannagongdum, sum vera praktiseraðar á hes­­um øki, umframt hvørjar ætlanir fyriliggja viðvíkjandi teim­um loyvum sum aftur ganga út táið ein nýggj 10 ára freist er liðin, sigur Tórbjørn Jacobsen.