- Løgmaður hevði ikki rygg til at rudda upp arvin eftir sær sjálvum í samgonguni undan hesari, segði Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismaður, tá hann segði farvæl Við løtuna í fiski-og tilfeingismálaráðnum í morgun, tá Tórbjørn Jacobsen segði sínum nú fyrrverandi starvsfeløgum farvæl, vissaði hann hesi um, at avgerðin hjá løgmanni at siga samstarvið við Tjóðveldið upp stingur djúpari enn lyklarholið í Tinganesi, sum hann tók til.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin segði seg onga løtu ivast í, at tað serliga er avtalan í samgonguskjalinum um skerjingar í ríkisveitingini, sum er høvuðsorsøkin til, at løgmaður segði samstarvið við Tjóðveldið upp.
Hann nevndi eisini onnur politisk stórmál, ið lógu fyri framman hjá samgonguni, sum ikki er til longur.
- Løgmaður hevði ikki rygg til at rudda upp arvin eftir sær sjálvum í samgonguni undan hesari, segði hann.
Tað var um fjølmiðlarnar, at fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiski-og tilfeingismálum fekk at vita, at dagar hansara og hjá Tjóðveldinum í Tinganesi á hesum sinni vóru taldir. Síðan fekk hann í brævi at vita frá løgmanni, at hann var loystur úr starvi.
- Her stóð bert, at eg var loystur úr starvi, og eingin tøkk var fyri gott samstarv, segði Tórbjørn Jacobsen.
Hann segði seg annars hava bjartar vónir um eina burðardygga og sjálvberandi fiskivinnu, tá hann tók við landsstýrissessinum í Tinganesi.
Við løtuna í morgun rósti hann sínum fyrrverandi starvsfeløgum og aðalstjóranum, Rógva Reinert, fyri stórt dugnasemi.
- Tit eru fryntlig, dugnalig og arbeiðssom, og eg hevði ynskt, at eg fekk stundir at lært tykkum betur at kenna, segði Tórbjørn Jacobsen.