- Her luktar løgið í bilinum, tók formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, til, tá hann og Torbjørn Jacobsen báðir festu sær í í bilinum.
Næstformaður í Tjóðveldi fór eitt fríggjakvøld fyri nøkrum árum síðani á café við einum vinmanni, ið roykti sama slag av tubbaki sum Torbjørn. Við tí langa fundinum fyri framman gjørdi Torbjørn av at sleppa sær tíðliga heim hetta fríggjakvøldið, soleiðis at hann morgunin eftir var til reiðar at røkja sínar politisku skyldur.
- Eg royki altíð »Samson«, so eg tók tann pakkan, ið lá fremst fyri, so tað mundi vera í lagi, sigur Torbjørn Jacobsen.
Hann tørnaði beint inn uttan at roykja nakað meiri tað kvøldið. Hetta var samstundis um tað mundið, at Torbjørn Jacobsen einki koyrikort hevði, so hann var í ferðalagi við Høgna Hoydal, formanni í Tjóðveldi.
Tíðliga morgunin eftir var Torbjørn Jacobsen so avheintaður av Høgna Hoydal, og teir báðir tjóðveldismennirnir festa sær í eina sigarett í bilinum. Tobbi varnaðist, tá hann opnaði tubbakspakkan, at har lógu á leið seks ballaðar sigarettir. Hann helt hetta vera sera løgið, at hann ímóti sínum vanligu rutinum, skuldi hava ballað sær niðurfyri. Hann hugsaði tó ikki meira um hetta, men roykti sum vant sínar sigarettir og enntá fleiri í tali.
- Eg roykti so hesar seks sigarettirnar, meðan vit koyrdu inn í Eysturoynna, sigur Torbjørn Jacobsen.
50 gram av hassj upp í royk
- Eg skuldi halda ein fyrilestur á fundinum, og Høgni Hoydal segði aftan á, at eg kanska hevði verið í kátara lagi undir hesum fyrilestrinum, men eg hugsaði so ikki nærri um tað, sigur Torbjørn Jacobsen.
Hann roykti úr hesum pakkanum ein heilan dag, men av tí at hann ikki andaði roykin niður í lunguni, so ávirkaði hetta fína tubbakið ikki so nógv.
- Eg fann so seinni út av, at eg var farin avstað við pakkanum hjá vinmanninum, sum so aftur fyri hevur fingið mín pakka, og harvið ikki fingið tað burtur úr kvøldinum og náttini, sum hann helst hevði ætlað, sigur Torbjørn Jacobsen.
- Hevur tú stolið mítt hassj, vóru orðini frá vinmanninum hjá Tobba, tá hann seinni sama leygardag ringdi at fregnast um tubbakspakkan.
Sjálvur heldur Torbjørn Jacobsen ikki, at hann hevur tikið skaða av tilburðinum.
- Eg dugi ikki at roykja, og eg innhaleri ongantíð, tá eg royki, og tí var ávirkanin sera lítil, hóast eg roykti okkurt um 50 gram av hassji, sigur Torbjørn Jacobsen í samrøðu við Rás2. Sostatt fóru helst eini 50 gram av hassj upp í royk.
Í míni skúlatíð í Havn var tað sanniliga møguligt at royna sterk stoffir, tí umhvørvið var har. Men eg hevði ongantíð hug til at roykja og so dugdi eg heldur ikki at anda roykin niður, so eg helt meg heldur til tað, sum drekkast kundi, sigur Torbjørn Jacobsen, sum altso fyri hesa einuferð skyld roykti hassj – uttan at vita tað.