Tobbi: Fólk eru ómetaliga blíð

- Nú hava vit stundir til at fremja tær tillagingar, sum skulu til fyri, at vinnan kann gerast meira trygg við umstøðurnar í fiskidagaskipanini, sigur Tórbjørn Jacobsen - Klaksvíkingar eru ógvuliga blíðir og fyrikomandi, og eg havi ongar sum helst óbehagiligheitir merkt her norðuri, síðan eg kom norður í morgun. Tvørturímóti. Eg eri ógvuliga væl móttikin, og fólk eru óføra prátingarsom, eisini um tey mál, sum vóru frammi í løgtinginum hesar dagar, nú neistar fuku millum politikarar og millum politikarar og fiski-og útróðrarmenn.

Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, sum Portalurin skifti orð við fyri løtu siðan, eftir at hann fyrrapartin setti Føroya Sjómannadag í Klaksvík.

- Eg havi møtt fleiri av fiski-og útróðrarmonnunum, sum vóru í løgtinginum hesar dagarnar, og vit hava eitt nú skift orð um, hvussu man møguliga kann tillaga fiskidagaskipanina, so eingin ivi verður um, at teir, sum eru veruligir aktørar í vinnuni, fáa bestu og tryggastu umstøður.

Tórbjørn sigur, at onkur hevur nevnt, at landsstýrismaðurin møguliga skuldi komið út í økini at skift orð um tær tillagingar, sum neyðugar verða innan karmarnar av fiskidagaskipanini.

- Hetta eru tillagingar, sum vit eiga at gera, áðrenn málið um áseting av fiskidøgum kemur fyri aftur á løgtingi komandi summar.

Tórbjørn Jacobsen sigur, at lógin um vinnuligan fiskiskap krevur, at landsstýrismaðurin leggur fram uppskot um fiskidagar, soleiðis at hesir eru samtyktir á Føroya løgtingi áðrenn nýtt fiskiár byrjar 1. september.

- Nú hava vit so stundir til at fremja tær tillagingar, sum skulu til fyri, at vinnan gerst meira trygg við umstøðurnar, sigur landsstýrismaðurin.