Tobbi í dómkirkjuni í kvøld

Landsstýrismaðurin fer at hava andakt í aftankvirruni í dómkirkjuni, sum byrjar klokkan 21 í kvøld Fiski- og tilfeingismálaráðharrin verður at hoyra í dómkirkjuni í Havn í kvøld.

Aftankvirrur hava verið fleiri fríggjakvøld í vetur. Ein verður í kvøld. Tá fer Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, at hava andakt. Aftankvirran byrjar klokkan 21, og Torbjørn fer at røða klokkan umleið 22.30.

Frá klokkan 21 verður friðarligur tónleikur á skránni. Henda løtan er givin áhoyrarunum til umhugsunar og reflektión. Eftir andaktina fara Martin Joensen og Eyðun B. Hansen at syngja og spæla um timburmannin úr Nazareth. Martin Joensen eigur bæði orð og lag.