Fleiri evni vórðu viðgjørd á fundinum. Millum annað var eitt uppskot úr Føroyum um at seta á stovn eina havumhvørvisvirðisløn í útnorði, og varð hetta uppskotið einmælt samtykt.
Onnur evni, sum vórðu tikin upp, vóru millum annað samstarv á fiskivinnuøkinum, plastdálking í havinum og lættari møguleika hjá ungum fólki at ferðast millum londini í útnorði. Harumframt varð ein menningarætlan fyri Føroyar, Grønland, Ísland og vesturstrondina av Noregi (NAUST) umrødd.
Londini skiftast um at hava formansskapin í Útnorðurráðnum. Seinasta árið hevur Grønland haft formansskapin, men á ársfundinum yvirtók Ísland formansskapin.
##med2##
##med3##













