Mentanarhúsið í Katuaq verður páskahøgtíðina merkt av tónum frá alskins hornblástri, piano, guitari, bassi og trummum. Tað vera tónleikarar í útnorði, Grønlandi, Føroyum og Íslandi, ið leika og venja saman, áðrenn konsertina tann 16. apríl 2001 klokkan 19:30.
Dirigentur verður ein í jazzverðini kendur og heiðraður jazztónasmiður, nevniliga Maria Schneider úr USA.
Hesum verður boðað frá í spennandi tíðindaskrivi. Trý nýggj verk, skrivað til høvið, av Jim Milne úr Grønlandi, Atla Petersen úr Føroyum og Veigar Margeirsson úr Íslandi, verða frumframførd. Umframt fer Bigbandið at leika tónleik eftir Mariu Schneider.
Hennara leið innan tónleik sum jazztónleikari og tónasmiður hevur tikið ferð á seg seinastu tvey árini. Hon og hennara The Maria Schneider Orchestra ruddaðu fyri stuttum veruliga forsíðuna á virda jazzblaðnum Jazz Times í USA. Sermerkta tónasmíðið og góða orkesturleiðslan hava vakt ans og virðing um allan heim.
Jim Milne er kendur í Grønlandi sum støðufastur og framúr pianoleikari, ið hevur fleiri fløgur á baki saman við grønlendskum bólkum. Veigar Margeirsson er altjóða kendur íslendskur tónasmiður og tónleikari. Hann hevur skrivað, spælt og lagt tilrættis fyri film, sjónvarp, útvarp og hevur givið út saman við fjøld av tónleikarum í Íslandi, USA og Europa. Føroyingurin Atli Petersen hevur messingljóðføri sum sergrein frá Tónleikaháskúlnum í Reykjavík. Hann hevur fingist við tónleik fyri brassband, klassiskt, jazz og rock. Í Føroum kenna vit Atla sum tónleikalærara og tónskald.
Útnorðurætlanin er framleidd av Nordens Institut í Grønlandi. Endamálið er at gera eitt framtak fyri bigband tónleik sum tónleikagrein í Grønlandi, samstundis sum bygt verður eitt útnorðursamstarv á høgum tónleikaligum støði. Á henda hátt verður eisini møguleiki hjá tónaskøldum í ùtnorði at koma sær betri fram og hava eitt forum. Framleiðslustjórar eru Stefan Simonsen og við honum er Sigurður Flosason.
Konsertin verður send beinleiðis í útvørpum í Føroyum, Grønlandi og Íslandi. Konsertfyrireikarar eru Nordens Institut í Grønlandi og Grønlendska Mentanarhúsið í Katuaq.