TMS Ringsted byrjaði árið við sigri

Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í TMS Ringsted fingu eina góða byrjan uppá 2024

Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í TMS Ringsted spældu tíðliga seinnapartin fyrsta dystin í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í 2024.

 

Tað eydnaðist Ringsted á heimavølli at vinna ein tepran 24-23 sigur á HØJ. Í steðginum var Ringsted á odda 13-11.

 

Lív skoraði trý mál í dagsins dysti.

 

Gongdin er góð hjá Ringsted, ið hevur vunnið seks av teimum seinastu sjey dystunum.

 

Ringsted er nummar sjey í deildini við 12 stigum fyri 12 dystir.

 

Sunnudagin 14. januar spælir Ringsted á útivølli móti Aalborg HK.