Fiskavirking
Í løtuni verður eingin hýsa undan Føroyum virkað til útflutnings.
- Støðan er ógvuliga trupul, men hon er einfald. Bretland er okkara hýsumarknaður, og har vilja tær stóru keturnar ikki keypa føroyska hýsu, tí stovnar, sum ráðgeva teimum um burðardyggleika, siga, at føroysk hýsuveiða er ikki burðardygg. Keturnar vilja ikki koma í ta støðu, at viðskiftafólk fáa at vita, at tær selja fiskavørur, sum ikki eru veiddar úr burðardyggum stovni.
Jóhan Páll Joensen, stjóri í Norðís Seafood og formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sigur, at hetta er ein velduga stórur trupuleiki.
- Vit hava onga føroyska hýsu virkað til útflutnings í fjør, men hava bara brúkt íslendska hýsu í okkara framleiðslu.
Hann sigur, at Norðís Seafood, sum eitt nú roykir hýsu til útflutnings, hevur arbeitt hýsu fram til desember mánaða í fjør, men hetta hevur alt verið fiskur, sum er veiddur í íslendskum sjógvi.
Stjórin í Norðís Seafood sigur, at trupuleikarnir við hýsu undan Føroyum eru velduga stórir.
- Hetta er virkuliga nakað, ið vit sum samfelag mugu gera nakað við sum skjótast, og hetta er avgjørt ein spurningur, sum politiska skipanin noyðist at taka upp beinanvegin.
Umvegis bretar
Jóhan Páll Joensen vísir á, at nógv tykist undarligt við føroyskari hýsu og bretskum handilsketum.
- Vit vita, at okkara hýsa verður útflutt óvirkað, men síðan verður hon keypt í Bretlandi og fer til virkingar har. Tað er júst sami fiskur, sum vit ikki kunnu framleiða og selja virkaðan í Bretlandi, sum kortini endar hjá hesum somu handilsketum, tó bert við øðrum framleiðarum.
Stjórin sigur seg ikki duga at siga, hvussu hetta hongur saman, men tað loysir heldur ikki okkara trupuleikar, hvør hesin samanhangur er.
- Sum samfelag noyðast vit at taka hetta mál upp og fáa skipað so fyri, at bretsku stovnarnir, sum ráðgeva handilsketunum um burðardyggleika, kunnu broyta síni tilmæli um hýsu. Um hetta ikki verður gjørt, eru útlitini fyri virking úr hýsu sera vánalig – fyri ikki at siga eingi, sigur Jóhan Páll Joensen.
Spurdur, hví trupulleikar serliga hava tikið seg upp við hýsu og ikki øðrum fiskasløgum í sama mun, sigur hann:
- Hetta er tí, at allur okkara hýsumarknaður er í Bretlandi, meðan onnur fiskasløg verða seld meiri víða um í Evropa, og tí er trupulleikin við øðrum fiskasløgum als ikki hin sami, sigur Jóhan Páll Joensen.
Eingin føroysk hýsa er virkað á Norðís Seafood í farna ári.