Fiskivinna
Línuskipaflotin hevur havt nøkur góð ár og er rímiliga væl fyri. Skipini hava havt ein støðugan vøkstur fram til 2003, sum gjørdist eitt serstakliga gott ár hjá hesum skipabólki.
- Men positiva gongdin vendist í 2004, tá ið samlaða úrslitið fyri skipabólkin gjørdist eitt hall.
Soleiðis broyttist metúrslitið í 2003 vegna minkandi veiðinøgd og lægri fiskaprís til eitt hall longu árið eftir.
Línuskipini hava merkt eina støðuga minking í miðalprísinum árini frá 2001 til 2004, og samlaða fallið fyri tíðarskeiðið 2000 til 2004 er stívliga 27%. Hinvegin er veiðinøgdin í sama tíðarskeiði økt við 72%.
Rasmussen & Weihe vísa á, at sambært hagtølum hjá Føroya Fiskimannafelag hava línuskipini merkt eina afturgongd í veiðinøgd upp á 16% níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør.
- Men hinvegin er miðalprísurin hækkaður við stívliga 13%, soleiðis at veiðivirðið einans er minkað við 2%. Tí vænta vit, at rakstrarúrslitið hjá línuskipunum í ár verður umleið tað sama sum í 2004.
Íløgurnar, sum línuskipini hava gjørt seinastu 4-5 árini, hava verið stórar. Tøki peningurin øktist nógv árini 2000 til 2003, men var við árslok 2004 aftur á sama støði sum í 2000.
Eginognin hjá línuskipum vaks nógv til og við ár 2003, men minkaði síðan 18% í 2004.
- Havast skal í huga, at skipatalið er økt seinastu árini, og hetta saman við øktum skipavirði við eitt nú umbyggingum og nýíløgum er samlaða skuldin hjá línuskipum nærum tvífaldað árini 2000 til 2004, siga Rasmussen & Weihe.
Lagt verður aftrat, at gjaldførið hjá hesum skipabólki er minkað javnt hesi árini, og ein orsøk til hetta er, at tøkur peningur er nýttur til íløgur.
- Soliditeturin er rímiligur við árslok 2004, hóast hann er lækkaður munandi hesi árini, sigur felagið.
Miðalaldurin hjá línuskipum er 35 ár.