Útlit til størri framleiðslu í 2013

- Líkt er til, at framleiðslan í 2012 verður á sama støði sum í 2011, men at ein lítil realur búskaparvøkstur verður í 2013.

Tað sigur Landsbankin, sum metir, at BTÚ í ársins prísum í 2012 og 2013 veksur ávikavist 2,5% og 3,6%, og við einum miðal vøkstri í brúkaraprístalinum á 2,5%, merkir tað stagnatión í 2012 - og lítil realur vøkstur í 2013.

- Húsarhaldsnýtslan er størsti parturin av endaligu nýtsluni og hevur tí stóra ávirkan á búskaparliga virksemið.

Lagt verður aftrat, at hóast tøka inntøkan hjá húsarhaldunum er økt seinasta hálva árið, einamest tí at skattalætti er givin, og arbeiðsloysið er minkað, er veruligur vøkstur enn ikki staðfestur í nýtsluni.

- Útlit eru tó til, at húsarhaldini fara at økja nýtsluhugin í 2013. Í tænastu og framleiðsluvinnum eru tillagingar framdar seinastu árini, ið ivaleyst betra framleiðsluevnini. Mett verður, at framleiðslan í tilfeingisvinnunum verður á leið tann sama í 2012 sum í 2011, og útlit eru til størri framleiðslu í 2013.

Landsbankin vísir á, at stórur dentur hevur seinastu árini verið lagdur á at fáa javnvág aftur á fíggjarlógina, men eisini er umráðandi at venda sjóneykuna móti viðurskiftum í føroyska búskapinum, ið hava týdning fyri búskaparvøkstur.

- Møguleiki fyri størri og varandi búskaparvøkstri liggur millum annað í broyttum fiskivinnupolitikki, ið fer betri við fiskatilfeinginum og gevur betri lønsemi.

Annar møguleiki, sigur Landsbankin er at bøta um mannagongdirnar við raðfestingum av almennum íløgum, soleiðis at fyrst og fremst tær íløgur, sum styrkja um framleiðsluførleikan, verða gjørdar.

- Stóra avbjóðingin við millum annað at fáa fólkavøkstur í landinum lætnar, eydnast tað at fáa broytt hesi nærliggjandi viðurskifti, sigur Landsbankin og vísir á, at afturvendandi búskaparmetingin hjá bankanum nú er tøk og kann heintast á heimasíðuni hjá Landbankanum.