Tað tykist, sum hava fyrireikararnir av Summarfestivalinum verið sera heppin í sínum vali av útlendskum nøvnum í ár.
Avtalurnar við hesi verða aloftast gjørdar í góðari tíð, og tí er trupult at vita, hvørt nøvnini eru heit ella køld, tá august mánaði er í hond.
Men sum hesi standa seg í løtuni, er lítil ivi um, at útlendsku gestirnir eisini draga nógv fólk. Johnny Deluxe selur í løtuni fleiri fløgur enn nakrantíð í Danmark. og The Rasmus hava havt sera góð ummæli á síni konsertferð kring heimin. Hartil koma so minni tíðarbundin nøvn sum Roger Hodgson, Shu-bi-dua og David Phelps, sum uttan iva hava eina velduga atdráttarmegi, tó at málbólkarnir til hesi uttan iva eru ymiskir.