Í vikuni var sjómanstrúboðarin, Tórleif Johannesen, umborð á frystitrolaranum Ran, sum liggur í Hvalvík og ger klárt at fara á Flemish Kap at fiska.
Umborð hitti hann peruansku sjómenninar, Pedro, Antionio og Roberto, sum sambært sjómanstrúboðaranum hava siglt við Ran í fleiri ár.
- Sjómenninir skuldu heim fyrsta dagin og ynsktu at keypa onkur klæði til familjurnar - onkur bílig klæðir, um tað var gjørligt. Prátið kom millum annað inn á endurnýtsluhandlarnar hjá Bláa Krossi í Runavík og í Havn.
Sjómanstrúboðarin veit at siga, at sjómenninir vóru áhugaðir fyri einum biltúri út til Runavíkar, har teir keyptu ymiskt og vóru fegnir fyri túrin.
- Teir søgdu eisini, at komu teir aftur til Føroya - ja, so komu teir inn aftur í handilin, tí klæðini vóru bæði góð og bílig.
Við nýggju heimasíðuna hjá Trúboðanum sigur Tórleif Johannesen, at damurnar í handlinum henda dagin vóru úr Rituvík, og tær søgdu, at nógv útlendsk sjófólk høvdu verið í handlinum tann dagin.
- Tá russisk skip liggja við bryggju í Runavík, eru sum oftast fleiri av manningunum inni í handlinum og keypa okkurt til sín sjálvs ella til familjuna heima, verður lagt aftrat.