Útlendskir løgfrøðingar skulu kanna aðalstjórar

Løgmaður heldur, at tað er best, at tað vera útlendingar, sum gera tænastumannakanningina av aðalstjóranum í Vinnumálaráðnum og aðalstjóranum í Innlendismálaráðnum. Hann staðfestir, at tað er av allar størsta týdningi, kann ongin kann seta nakað spurnartekin yvirhøvur við gegnið hjá teimum, sum skulu standa fyri kanningi.

Og Føroyar eru eitt lítið land og tí er tað frægasta loysnin at fara útlendskar løgfrøðingar at gera kanningina, heldur Kaj Leo Holm Johannesen.

- Gegnið er ein tann størsti trupulleiki í okkara samfelag og tí eiga vit at vera serstakliga nærløgd í hesum sambandi.

Og tað skulu vera teir allarbestu løgfrøðingarnar, sum onga sum helst meining hava um hetta frammanundan, leggur hann afturat.

Hann leggur eisini dent á, at kanningin skal fáast frá hondini sum skjótast fyri at fáa málið avgreitt.