- Tíðin har útlendsku krabbagággurnar gingu runt geilarnar og einki lótu eftir seg, er ein gomul táta og hevur einki við veruleikan at gera, sigur Fríðtór Debes Ferðavinnufelagið hevur nevniliga lagt fram tøl, sum vísa at ferðavinnan gevur út ímóti 800 mió krónum til føroyska búskapin um árið.
- Hetta eru ikki hissini tøl, sum eiga at geva øllum - og serliga okkara politikkarum - nakað at hugsa um, sigur Fríðtór, ið er leiðari á Sandoyar Kunningarstovu.
- Tað er tí uppá hægstu tíð, at okkara politikkarar byrja at raðfesta ferðavinnuna hægri enn teir gera, sigur hann.
Ein veruleiki er, at ferðavinnan er skjótast veksandi vinnan í heiminum í dag. Og tað er einki mark fyri, hvussu nógv hon kann veksa og kasta av sær runt land okkara. Her er tað bert hugflogið, ið setir mark.
- Føroyar eru ein sera spennandi marknaður fyri eina ørgrynnu av ferðafólki, tí tey eru troytt av stórbýar lívi og tí, ið tað ber við sær.
- Tey leingjast til tað forkunnuga, og her kann okkara deiliga land rættiliga koma í fokus, sigur Fríðtór sambært Sandoyarportalinum.
Og hann leggur aftrat:
- Hugsa vit okkum, at vit øll, ið eru í hesi virkisgrein, gera meira fyri, at hon skal veksa, so skuldi einki verið í vegin fyri, at hon til dømis vaks við 10% fyrsta árið, - og tá tosa vit í pengum um einar 80 mill. kr. árliga í vøkstri.