Útlendsk vápnaprógv góðkennast í Føroyum

Fólk, sum hava tikið vápnaprógv aðrastaðni, skulu ikki hava fyri neyðuni at søkja um føroyskt vápnaprógv eisini

 

Útlendsk vápnaprógv eiga at verða góðkend í Føroyum.

Tað heldur Ferðavinnufelagið.

 

Í løtuni verður arbeitt við at seta eina skipan í gildi, har tey, brúka byrsu í Føroyum, skulu á fáa vápnaprógv. Tey, sum eru fødd nýggjársdag 1986, ella seinni, skulu eisini á skeið, áðrenn tey kunnu fáa prógv.

 

Men samstundis er ætlanin at seta eina skipan í verk, at fólk, sum koma uttanlands, og sum hava útlendskt vápnaprógv, skulu kunna søkja Umhvørvisstovuna um at fáa eitt føroyskt gestavápnaprógv, sum er galdandi í tríggjar mánaðir.

 

Men Ferðavinnufelagið heldur, at hetta er óneyðuga tvørligt.

 

Tey halda, at Umhvørvisstovan eigur at undangóðkenna vápnaprógv úr teimum londum, haðani vit fáa flest ferðafólk, soleiðis at tey ikki hava fyri neyðini at søkja um gestavápnaprógv, hava tey annars vápnaprógv frá sínum heimlandi.

 

Gestavápnaprógvið kann so  verða brúkt í teimum førum, har eitt eitt útlendskt vápnatrygdarskeið ikki er undangóðkent, heldur Ferðavinnufelagið.