Leygardagin og sunnudagin 7. og 8. juli 2018 skipar B36 aftur fyri Intersport Summar Cup. Kappingin er ein barna- og ungdómskapping, har dentur verður lagdur á bæði tað ítróttarliga eins og tað sosiala, ið øll børn og ung í Føroyum kunnu fáa gleði av og sum kann skapa vinabond tvørtur um feløgini.
Sum nakað nýtt, so verður kappingin hjá U11, U13 og U15 skipa yvir tveir dagar, har tað eisini verður møguligt hjá liðum at gista í Tórshavn. U7 og U9 kappingarnar vera bert leygardagin 7. juli.
Afturat sjálvari fótbóltskappingini verður eitt eventøkið, har øll, sum luttaka í kappingini, kunnu hugna sær og hava ein steðg frá fótbóltsdystunum og stuttleika sær saman við vinum og kenningum. Møguleiki er svimja og bowla ókeypis hendan dagin.
Hetta er fimta árið, at B36 skipar fyri Intersport Summar Cup. Í ár fara lið úr grannalondum okkara at kappast í Intersport Summar Cup, og tað fer at gera kappingina enn meiri spennandi. Lið úr Noreg hava boðað frá, at tey koma til Føroya, og lið úr Íslandi og Danmark eru eisini áhugaði at koma higar at kappast.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Andrass Thomsen, fyrireikara greiða frá.