Týsdagin í komandi viku er seinasta freist at søkja størvini, um at gerast "Fótbóltsmennari" hjá FSF. Nakrar umsóknir eru komnar, og fleiri av teimum eru frá útlendingum
- Nakrar umsóknir eru komnar, men nú freistin at søkja nærkast, koma væntandi fleiri. Vert er eisini at nevna, at fleiri av umsóknunum, ið vit higartil hava móttikið, eru frá útlendingum, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Tað verða settir fýra fótbóltsmennarar. Týsdagin 6. september er seinasta freist at søkja eitt av størvunum, at gerast "Fótbóltsmennari" hjá FSF.