Útlendingar rýma úr Japan

Franska stjórnin mælir nú fronskum ríkisborgarum í Tokyo til at fara úr Japan ella longri suður í landið. Orsøkin er tann veksandi vandin fyri geislavirkni frá Fukushima-kjarnorkuverkinum, sum er 250 kilometrar frá Tokyo.

Reuers skrivar úr París, at stjórnin hevur biðið flogfelagið Air France lata flogfør, sum kunnu flyta fronsku ríkisborgararnar úr Tokyo, og sum skilst eru tvey flogfør longu á veg.

Samstundis siga tvey kinesisk flogfeløg, at tey umhugsa at skipa fyri eykaferðum til og úr Japan, tí roknað verður við, at fleiri kinesarar vilja sleppa haðani. Eitt kinesiskt skip fer eftir ætlanini til Japan í dag eftir 4.000 kinesarum.