Útlendingar tykjast hava góðan hug at búseta seg í Íslandi, samstundis sum nógv fleiri íslendingar flyta av landinum enn hinvegin. Tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár fluttu 640 útlendskir ríkisborgarar til Íslands, meðan 380 fluttu av landinum. Í sama tíðarbili fluttu 840 íslendskir ríkisborgarar av landinum, meðan 570 fluttu til Íslands.
Onnur hagtøl vísa, at útlendingarnir, heilir og hálvir, fjølgast skjótt í Íslandi í hesum árum. Í 1996 vóru hesi 13.262 í tali og í dag 42.230. Samanborið við fólkatalið var hesin parturin av fólkinum 5 prosent í 1996 og 13 prosent nú, og hann fer at veksa í komandi árum, sigur íslendska hagstovan.