Tað eru ikki nógvir útlendingar, sum eru í Føroyum og arbeiða, men tey hava í nógv mestan mun tímalønt arbeiði.
Tað eru lutfalsliga fáir útlendingar, sum eru løntakarar í Føroyum. Sum vit skrivaðu fyrr í dag, eru fýra prosent av arbeiðsstyrkini í Føroyum, útlendingar.
Men tað, sum sermerkir teir útlendingar, sum eru her, er, at teir í nógv mestan mun eru í størvum, sum ikki eru serliga væl lønt, yvirhøvur er talan um tímalønt størv
Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at lutfalsliga eru flest útlendar at finna í vinnubólkinum, sum eitur húsarhaldstænastur. Í hesum bólki er reingerð, ruskinnsavning, hárfríðkan, vakurleikarøkt og venjingarmiðstøðir, og tølini vísa, at 14,5 prosent, at teimum útlendsku løntakarunum, sum eru Føroyum, eru í hesum vinnubólk.
Hinvegin eru 12,4 prosent av teimum at finna í fiskavøruídnaðinum og í gistingarhús- og matstovuvinnuni eru talið 11,7 prosent. Til samanberingar hava umleið sjey prosent av løntakarunum í byggivinnuni útlendskan ríkisborgaraskap.
Tað er eisini munur á, hvussu nógvir útlendskir løntakarar eru í teimum einstøku vinnugreinunum. Fólk úr londum uttan fyri Evropa, arbeiða serliga á gistingarhúsum, á matstovuvum, á ali- og kryvjivirkjum, í húsarhaldstænastum og fiskavøruídnaðinum.
Es borgarar, sum annars ikki eru norðurlendingar, eru lutfalsliga ofta á skipasmiðjum, smiðjum annars og í byggivinnuni.