? Hvusus ávirkar danska ríkisveitingin tey ymsu økini í Føroyum.
Hetta er ein kanning, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fullveldismálum nú ætlar sær at kanna.
Hann segði, at tað var var eitt stórt framstig at tað eydnaðist at savna eina nevnd uppá 11 av landsins búskaparfrøðingum at kanna grundleggjandi spurningar, sum ongantíð eru kannaðir fyrr. Hann sipar sjálvandi til Hvítu Bók. Og tí heldur hann, at tað hevði verið stórt spell at upployst nevndina aftur, tí enn er tað ein ørgrynna av viðurskiftum, sum tað hevði havt stóran áhuga at kannað.
Eitt nú upplýsti hann á upplýsandi fundinum um Hvítu Bók í Suðuroy í farnu viku, at eitt hugskot var at fáa búskaparnevndina at kanna, hvønn týdning ríkisveitingin úr Danmark hevur fyri økismenningini í Føroyum.
Politikarar úr ymsum økjum í Føroyum hava mangan fýlst á, at blokkurin úr Danmark dettur niður í Havnini allur sum hann er, ímeðan bygdirnar onga nyttu fáa burturúr honum.
Høgni Hoydal heldur, at tað kundi verið sera áhugavert at kanna, um hald er í hesum, og yvirhøvur at kanna, hvønn týdning blokkurin hevur fyri tey ymsu økini í landinum og, hvussu hann verður brúktur í teimum ymsu økjunum í landinum. Men hann heldur eisini, at tað eru onnur viðurskifti, sum búskaparbólkurin eigur at verða kannað, t.d. vinnubúskapurin og vinnulívsmenning og, hvussu vit skapa bestu fortreytir fyri vinnuligari menning.
Kanna húsarhaldini
Á fundinum um Hvítu Bók í Vági segði Jonhard Eliassen, búskaparfrøðingur, at ætlanin var eisini at gera nakrar útrokningar fyri, hvussu burturtøkan av blokkinum fer at ávirka húsarhaldini í Føroyum útfrá ymsum fortreytum. Men viðurskiftini hjá fólki eru í stóran mun treytað av førda búskaparpolitikkinum.
Høgni Hoydal sigur, at Hvíta Bók er eitt ógvuliga týdningarmikið amboð. Men aðrar kanningar eiga eisini verða settar í verk fyri at geva okkum eitt so gott støðið sum gjørligt at byggja okkara búskaparpolitikk á.