Forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, er sannførdur um, at hann fer at basa krabbameinssjúkuni, sum hann stríðist við, og at hann fer at halda fram sum forseti líka til 2030.
Forsetaval verður í Venesuela næsta ár, og Chavez sigur, at hann ætlar sær at vinna, og at við Guðs hjálp ætlar hann sær at stilla uppaftur bæði í 2019 og í 1024. Hugo Chavez, sum er 57 ára gamal, fær sambært meiningakanningum stuðul frá umleið 50 prosentum av veljarunum.
Fleiri hava sagt seg ivast í, at forsetin er førur fyri at røkja sítt embæti, nú hann er sjúkur, men slíkt vil Chavez ikki hoyra talan um. Í einari røðu, sum hann helt uttan fyri forsetaborgina, fanst hann at teimum, sum sáa iva um evni hansara at røkja forsetaembætið.